Sogndal hugdi at


Millum áskoðararnar til landsdystin Trond Fylling, sum er ítróttarstjóri. hjá norska Sogndal. Til dystin stóð hann saman við føroyska leikaraumboðsmanninum, Jákup í Stórustovu. Jákup vil tó á ongan hátt siga, at norski ítróttarstjórin var her fyri at sýna nakran serstakan av føroysku landsliðsleikarunum.
                      - Hetta er ein maður, sum fleiri ferðir áður hevur verið í Føroyum, og í Sogndal hevur hann eisini havt góðar royndir av føroyskum leikarum. So eg haldi ikki, at tað er annað enn náttúrligt, at hann framhaldandi vil halda seg kunnugan um teir leikarar, sum gera um seg í føroyskum fótbólti, sigur Jákup í Stórustovu.