Norska farmaskipið Tricolor, sum sakk eftir ein samanstoyt í Ermasundi í desember í fjør, skal nú takast uppaftur. Arbeiðið skuldi upprunaliga byrja í síðstu viku, men varð útsett til í gját fyri veður.
Skipið sakk á 18 favna dýpi og hevur síðani verið til ampa fyri skipaferðsluna. Fleiri skip hava eisini siglt á vrakið, men nú skal tað beinast burtur. Ætlanion er at skera skipið sundur í níggju partar og at flyta teir til lasnds. Tað er sama mannagongd, sum varð nýtt, tá russar tóku vrakið av kavbátionum Kursk uppaftur. Hvør partur vigar ímillum 500 og 1200 tons, og tvey sergjørd kranaskip skulu flyta teir inn á land.
Tricolor hevði fulla last av nýggjum bilum, tá tað sakk, og ætlanin er at kanna, um teir framvbegis kunnu nýtast.