Wenger hevur leitað 35 ára gamla Sol Campbell fram til Champions League dystin í kvøld. Fyrrverandi enski landsliðsspælararin hevur bara spælt tveir dystir fyri Arsenal í ár. Hann byrjaði kappingarárið í Notts County, men gavst eftir bara ein dyst.
Seinast Sol Campbell umboðaði Arsenal í Champions League var í finaluni í 2006.
Arsenal liðið: Fabianski - Clichy, Campbell, Vermaelen, Sagna - Denilson, Diaby, Fabregas - Nasri, Rosicky og Bendtner
Fimm mans sita eftir í London, Willian Gallas, Andrey Arshavin, Alex Song, Manuel Almunia og Eduardo eru allir skaddir og ikki við á ferðini.
Porto, sum vann Champions League í 2004 við Jose Mourinho á odda, hevur mest sum allan hópin kláran. Serliga kemur tað væl við, at áleyparin Hulk er tøkur. Hann hevur annars verið leikbannaður í heimligukappingini síðani 20. desembur, eftir eina hending eftir ein dyst móti Benfica.
Í Bayern München fegnast tey um Franck Ribery er komin fyri seg. Hann hevur verið skaddur í longri tíð, men í vikuskiftinum spældi hann sín triðja dyst í ár. Ivasamt er um Miroslav Klose, sum tvær ferðir hevur skorað móti Føroyum, verður tøkur.
Tað kom illa við hjá Fiorentina, tá tað gjørdist greitt, at Adrian Mutu enn eina ferð er fangaður í eini doping gølu. Mutu er fyribils bannaður frá fótbólti og verður sostatt ikki við í kvøld. Sterki verjuspælararin Alessandro Gamberini er heldur ikki við á ferðini til Týskland, tí hann er skaddur.
Báðir dystirnir byrja kl 19.45 í kvøld