Sólarmyrkingin er ein stórur møguleiki

Fólk úr øllum heiminum koma til Føroya

Avstralski sólarmyrkingar-jagstrarin, ella Solar Clipse Chaser, Kate Russo úr Avstralia hevur vitjað í Føroyum farnu vikuna. Kate býr í Norðurírlandi, og hevur sæð sólarmyrkingar kring allan heimin. Hon ætlar at uppliva sólarmyrkingina í Føroyum tann 20. mars í 2015. Kate Russo heldur, at Føroyar fara veruliga at gerast heimskendar í mars 2015, tá sólarmyrkingin verður her, og at vit eiga at gagnnýta hetta.

 

Kate Russo undirstrikar, at kensluliga og upplivingarliga er einki størri enn ein sólarmyrking, og tí eiga allar føroyingar at seta sær fyri at uppliva sólarmyrkingina tann 20. mars í 2015.

 

Í mars komandi ár, eitt ár undan sólarmyrkingini í Føroyum kemur Kate Russo aftur til Føroya at reika fyri einum stórum ferðalagi, sum kemur til Føroya í samband við sólarmyrkingina

 

Undir myndini ber til at hoyra eina ljóðsamrøðu við Kate Russo.

 

Tað er týdningarmikið, at grøna strikan verður innlisin, áðrenn byrjað verður at lurta eftir samrøðuni.