Sólarmyrkingin sonn stórhending

Bjarni Djurholm spyr landsstýrismannin í mentamálum, um nøkur serlig átøk verða í skúlaverkinum í sambandi við sólarmyrkingina, og um skúlar og undirvísingarstovnar verða frítiknir frá vanligari undirvísing.

Klokkan tíggju minuttir yvir hálvgtum tíggju fríggjadagin 20. mars næsta ár verður nakað so sjáldsamt, sum ein full sólarmyrking í Føroyum.

Hetta hendir ikki ofta, tí restina av hesum túsundárinum verða bara tvær fullar sólarmyrkingar afturat í Føroyum – tann fyrra 26. mai 2245 og tann seinna 7. september 2974.

 

At hetta er so sjáldsamt, hevur nú fingið fólkaflokstingmannin, Bjarna Djurholm, at sett landsstýrismanninum í mentamálum, Bjørn Kalsø, ein grein 52-fyrispurning um, hvat hendir í undirvísingarverkinum henda dagin.

 

Tingmaðurin spyr í fyrsta lagi, um nøkur serlig átøk verða í skúlaverkinum í sambandi við sólarmyrkingina, og um skúlar og undirvísingarstovnar verða frítiknir frá vanligari undirvísing henda dagin, tann 20. mars næsta ár.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Bjarni Djurholm greiða frá.

 

Seinasta fulla sólarmyrking í Føroyum var 30. juni í 1954, og farnu øldirnar vóru fullar sólarmyrkingar í Føroyum í 1424, 1440, 1612 og sum nevnt í 1954, umframt at í 1733 var ein sólarmyrking, sum var næstan full.

 

Les eisini Skúlin í Føroyum skal undirvísa í sólarmyrking