Sólbjørg: Einki forsætisráðharraevni uttan val í eygsjón

So leingi sum eitt fólkatingsval ikki er í eygsjón, sær Liberal Alliance onga orsøk til at tosa um forsætisráðharraevni

Sólbjørg Jakobsen, politisk framsøgufólk hjá Liberal Alliance í Danmark, heldur ikki, at tey kunnu kenna seg trygg í stuðuli til komandi fólkatingsval út frá veljarakanningum. (Arkivfoto). - Foto: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix

Tað sigur føroyska Sólbjørg Jakobsen, fólkatingsvkinna, sum er politiskt framsøgufólk hjá danska flokkinum LA.

– Vit hava fokus á tað, sum er best fyri borgarliga Danmark í beint nú. Fyri okkum snýr tað seg um at fáa politikk framdan. Vit halda ikki, at tað er neyðugt at peika á persóna beint nú, segði hon við Ritzau.

Fyrr í dag kundi lesast í Berlinske, at Vinstra-veteranurin Claus Hjort Frederiksen heldur tað vera upplagt, at formaðurin í Liberal Alliance, Alex Vanopslagh, verður forsætisráðharraevni.

Hjort heldur harumframt, at Vanopslagh letur onnur koyra fyri seg við ikki at gera tað.

Hesum vísir Sólbjørg Jakobsen aftur í dag.

– Hann hevur loyvi at hava hasa hugsanina. Men soleiðis síggi eg tað ikki.

/ritzau/