Listamaðurin var ongin annar enn tann tá 17 ára gamli Ingálvur av Reyni, sum í dag verður róstur upp og niður eystur og vestur fyri listarligt avrik, íð bert ein pinkulítil partur av landsmonnunum skilir, men sum øll vita hevur nógv virði listarliga og ikki minst í krónum og oyrum. Fyri nøkur er listin Ingálvi endurtøka av nýggju klæðum keisarans, fyri onnur er hon opinbáringin til nýggjan heim, sum bert fáum er beskorið at skoða.
Men aftur til fyrsta málningin.
-Hann hevur hingið hjá okkum alla mína tíð og eri eri fødd í 35, sigur Gunnvør Johannesen av Glyvrum.
-Pápi mín, Jákup Martin Kjel, var lærari við realskúlan í Havn. Hann var teknilærari hjá Ingálvi. Pápi kom fram við sýnisglugganum hjá Petur Háberg og keypti annan av teimum báðum málningunum. Ingálvur hevur fortalt fyri mær seinni, at hann var ovurfegin og errin av at sjálvasti teknilærarin keypti hendan málningin, sigur Gunnvør Johannesen.
Gunnvør heldur nógv av eldru listini hjá Ingálvi. Sjálv hevur hon eisini fleiri tekningar av Ingálvi hangandi heima.
Sig mær heilt erliga, hevði tú keypt ein av teim nýggjaru málningunum hjá Ingálvi í dag?
?Nei, so bestemt ikki, eg skilji púrasta einki av hesi nýggju listini, sigur Gunnvør, sum enn dagliga fegnast um hugnaliga málningin frá 1937, sum hevur verið ein partur av hennara lívið, alt lívið.