Seinasta fríggjakvøld var so tann nógv umtalaða Shu-bi-dua konsertin hildin í ítróttarhøllini á Hálsi, og kvøldið eftir varð so nýggj konsert hildin á Kambsdali.
Lagið var sjálvsagt ógvuliga gott á bæði áskoðarum og Shubbum, men tað, sum kanska var upp aftur meira spennandi, var nýggi føroyski bólkurin, Dynamitt200, sum vit eisini umrøddu í seinastu útgávuni av Yngd.
Ikki tí, Shu-bi-dua er sjálvsagt eitt nógv størri navn enn Dynamitt2000, men fyri føroyskan tónleik, og fyri tey, sum møguliga hava ætlað sær at fara til onkra av komandi konsertunum hjá bólkinum, er ivaleyst áhugavert at hoyra ella lesa, hvussu nýggi bólkurin stóð seg.
Lat tað vera sagt beinanvegin. Tað koyrdi knallandi gott allan vegin ígjøgnum, tá henda løgna blandingin av Dynamitt og Kjølum trein fram á pallin.
Tað vil altíð vera sera torført at skula hita upp til nakað sum helst á einum tiltaki í Føroyum, men hesu ferðina gekk tað heilt ótrúliga væl.
Vit føroyingar hava altíð havt hetta her við at vera eitt sindur smædnir. Í hvussu so er í byrjanini av einari konsert, men hetta løgdu teir á pallinum einki í.
Vælkendu klaksvíkssangirnir dundu oman yvir áskoðararnar, og Niclas Heri og Hans Jákup megnaðu til fulnar at fáa lív í fólkið. Suttligt var at hoyra, hvussu bólkurin hevði poppað fleiri av sangunum upp, og tað riggaði sera væl at hava kontanta tónleikin hjá Kjølunum liggjandi í bakgrundini.
So tá tað kemur til undirhald, so er avgjørt nakað at fara til, tá hesir jassarnir fara á pallin komandi vikurnar.
Eisini gott ljóð
Eitt er tað, at undirhaldið er í serflokki, men hvussu mundi vera við ljóðgóðskuni?
Jú, henda var so sanniliga eisini í lagi. Onkur vildi enn tá vera við, at ljóðgóðskan var betri hjá Dynamitt2000 enn hjá Shubbunum, við tað at hesir skrúvaðu dekan ov hart frá inn ímillum.
Musikalskt er so sanniliga eisini nakað fyri kræsna lurtaran. At limirnir í Kjølum eru knúsandi dugnaligir tónleikarar vistu vit frammanundan, so her høvdu vit alt gott í væntu, men tað gav so sanniliga eisini nakað eyka, at teir høvdu Inga afturat sær á keyboardinu. Hetta legði líka sum eina nýggja dimensión afturat spælinum hjá teimum trimum kjølunum.
Samanspælið teirra millum riggaði væl, men tað besta við tí heila var ivaleyst ta stóra kórið, sum teir á pallinum høvdu í nøkrum av sangunum.
Far á konsert
Til tykkum, sum enn ikki hava hoyrt hesa samansetingina spæla eru bert eini boð.
Far á onkra av konsertum teirra, sum verða hildnar kring landið í næstum!
Byrjað verður komandi vikuskifti í Klaksvík, og síðani verður so ferðast víðari. Tað er so púra vist, a t lagið á ymisku dansistøðunum fer at vera heilt í topp, um framførslurnar fara at vera í nær námind sama flokki, sum tær vóru í vikuskiftunum.
Á teimum báðum konsertunum, sum vórðu hildnar í vikuskiftinum vórðu einans løg frá Dynamitt spæld, men til konsertirnar komandi vikurnar verða ivaleyst eisini nøkur av vælkendu og -dámdu dansiløgunum hjá Kjølum at hoyra.
Sostatt verður ivaleyst talan um eina breiða skrá, har tey allarflestu kunnu fáa okkurt, sum liggur passaliga væl í teirra oyrum.