Soleiðis er gamla Dimma?

Herfyri hátíðarhelt Dimmalætting, at 125 ár eru liðin síðani fyrsta eintakið av blaðnum varð prentað. Sosialurin hevur hitt núverandi blaðstjóra, Inga Samuelsen, og spurt hann um støddina á blaðnum, um tey dulnevndu lesarabrøvini, um vinnulívsjournalistikkin, og um munin á Dimmu og Sosialinum

"Hugsið tykkum at sleppa at vera ein ? rættari sagt tann seytjandi ? í røðini av so mætum monnum sum Olivur Effersøe, Rasmus Effersøe, Emil Bruun, S. E. Müller, Poul Niclasen og Georg og Benny Samuelsen, bert fyri at nevna nakrar. Tað er av røttum ein heiður at kunna vera blaðstjóri á Dimmalætting". Hesi orðini segði núverandi ábyrgdarblaðstjórin, Ingi Samuelsen, tá hann 10. januar í ár á móttøkuni í húsunum hjá Føroya elstu avís bjóðaði teimum umleið 300 vælkomnum í sambandi 125 ára dagin hjá Dimmalætting, sum er "still going strong".
Men hóast Ingi Samuelsen í hesi somu røðu ikki segði seg skilja spurningin, hvussu tað ber til, at Dimmalætting hevur yvirlivað hesi 125 árini, av tí hann ikki kundi ímyndað sær einar Føroyar uttan Dimmalætting, so loyvdu vit á Sosialinum okkum kortini at spyrja hendan spurningin: Hvussu tað ber til, at Dimma hevur yvirlivað øll hesi árini. Til hetta svarar ábyrgdarblaðstjórin, at tað ikki er so løgið, tí øll lond hava brúk fyri eini avís. ? Eg giti, at tað í fyrstuni var tann politiski vælviljin, tí onkustaðni skuldu pengarnir koma frá, sigur Ingi Samuelsen, sum tó leggur stórn dent tá, at í dag er Dimmalætting púra óheft, og tað áttu sjálvandi allir fjølmiðlar at verið, heldur hann. Dimmalætting hevur eisini gjørt nógv burtur úr, at hon sigur seg vera óhefta, og viðhvørt hevur hon eisini provokerað við tí heldur Ingi, tá prátið fer at snúgva seg um gegnið hjá blaðnum. Í fyrstu Dimmu í 2000 kunngjørdi Dimmalætting nevniliga tað sonevnda "Dimmalennium", sum er eitt slag av stevnuskrá ella grundlóg hjá blaðnum. Hetta heldur blaðstjórin vera eitt sera týdningarmikið skjal, tí hóast tíðindafólkini á Dimmalætting kanska ikki júst lesa tað hvønn dag, so dámar teimum tað væl, tí tey hetta kunnu brúka, sigur Ingi. Í Dimmalennium kunnu tey lesa um sín rætt og skyldu. T.d. kann ein journalistur sambært Dimmalennium nokta at skriva um eitt ávíst evni. Hinvegin kann leiðslan eisini nokta honum at skriva um okkurt, har ivi um gegnið hjá viðkomandi blaðfólki er í lagi.

Dimmalennium

Samstundis sum Dimmalennium kom á prent vórðu orðini "óheft og álitandi" sett ovast á forsíðuna á Dimmalætting. Undan hesum høvdu "Álítandi tíðindi" verið slagorðið eina tíð. Nú trý eru gingin við hesum orðum fremst á blaðnum, hevur ábyrgdarblaðstjórin at strika tey av forsíðuni, men tað er ikki tí, at Dimmalætting hevur skift kós. ? Hatta er óneyðugt nú, og fólk, sum kanska koma uttanífrá, hava kanska eisini hildið tað verið óneyðugt at skriva á forsíðuna. Nú er tað ein sjálvfylgja, sigur Ingi Samuelsen.
Spurdur, um Dimmalætting eisini hevur orðað ein politikk um at vera óheftur á lýsingarøkinum, sigur Ingi Samelsen, at tað hava tey ikki, hóast tosað hevur verið um tað. ? Eg dugi illa at ímynda mær at seta mark fyri lýsingum. Sum oftast ber til at tosa við viðkomandi lýsara, um okkurt ideologiskt ella annað er í lýsingunum, sigur blaðstjórin, sum tó sigur seg kenna til dømi, har tað eftir hansara tykki er farið yvir um mark.

Lýsingar mugu til

Spurdur um, hvørja framtíð hann heldur avísin fær sum miðil í framtíðarinnar kunningarsamfelag, har teldur og aðrir margmiðlar eru kappingarneytarnir, sigur Ingi, at hann væntar ikki, at avísin fer at doyggja út tey fyrstu árini.
- Fólk, sum hava serlig áhugamál, kunnu sjálvandi velja síni egnu tíðindi, men hetta verða einsporað tíðindi til júst teirra áhugamál. Okey, vit hava internetið, men fólk fara ikki at fordjúpa seg í tíðindum á netinum, tí tey vilja hava tey serverað frá tíðindafólki, sum gera research fyri tey. Leitar tú sjálvur eftir tínum egnu tíðindum, fært tú ongar nýggjheitir, tú verður ikki yvirraskaður, og tú fært einki spark í reyvina, sigur ein vónríkur og bersøgin Ingi Samuelsen, sum tó viðgongur, at hann sjálvandi ikki kann vita, hvørja tøkni vit hava um eini 10-15 ár, og um talan tá verður um eina elektroniska avís.
Ein spurningur er tó hvagar lesararnir fara. Ein annar áhugaverdur spurningur er hvagar lýsararnir fara, tí Ingi metir ikki, at tað ber til at geva eina avís út í Føroyum í dag uttan lýsingar. Í hesum sambandi ber kanska til at tosa um støddina hjá blaðnum.
Eitt sum serliga eyðkennir Dimmalætting beinanvegin, tá lesarin sessast við henni, er nevniliga støddin. Ingi sigur, at tey hugsaðu um møguleikan, at skifta til tabloidstødd, sum er sama stødd sum Sosialurin brúkar, nú Dimma fylti 125. Men hann metir tó, at tað er lættari at seta upp og stýra støddini við núverandi formati. - Harafturat eru møguleikarnir fyri longri greinum betri, og tað hóskar væl til stevnumiðið hjá Dimmalætting um at fordjúpa seg í einum evni, greiðir Ingi Samuelsen frá, ið heldur hetta vera ein av mununum á Dimmalætting og Sosialinum, sum hann heldur serliga leggur seg eftir teimum lættaru søgunum.


Vinnulívsjournalistikkurin

Á samkomuni í blaðhúsum Dimmalættingar í sambandi við 125 ára haldið herfyri hevði blaðið eisini bjóðað tveimum gestarøðarum at siga sína meining um Dimmalætting og føroyskar fjølmiðlar. Røðararnir vóru Jørn Astrup Hansen, forstjóri í Føroya Banka, og Øssur Winthereig, tíðindaleiðari í Sjónvarpi Føroya.
Bankastjórin, sum ikki helt at nøkur fjórða statsmakt virkaði í Føroyum, var serliga atfinningarsamur ímóti vinnulívsjournalistikkinum hjá teimum føroysku fjølmiðlunum, sum hann serliga helt var neyðugur í einum landi, sum livir av tí tilfeingi, náttúran gevur.
Ingi Samuelsen sigur, at Dimmalætting gjarna vil vera ein fjórða statsmakt í Føroyum, men hann viðgongur, at vinnulívsjournalistikkurin ikki hevur er nógv viðgjørdur av føroyskum fjølmiðlum. Tó heldur Ingi, at Dimma hevur verið tann besti miðilin á hesum økinum. - Tað er ikki altíð at vinnulívið skilir, at roknskapir skulu lýsast, greiðir blaðstjórin frá og kemur við einum dømi um, hvussu hann heldur vinnulívsjournalistikkin verða prioriteraðan á tveimum teimum størstu dagbløðunum í Føroyum í dag. ? Sosialurin hevur skrivað nakrar fínar greinir, um hvussu deiligt tað er umborð á Nærabergi, meðan vit hava nakrar kritiskar greinir ímóti Kjølbrokoncernini. T.v.s. at Sosialurin heldur valdi at reagera við einari positivari grein um lívið umborð, enn at viðgera sjálvan problematikkin, sum Dimmalætting viðgjørdi, so har eri eg samdur við Astrup, sigur Ingi, ið leggur afturat, at bankastjórin undraðist yvir, at blaðleiðslan ikki kravdi at lesa røðuna hjá honum, áðrenn hann helt hana á hátíðarhaldinum. Men ætlanin var, at røðurnar skuldu snúgva seg um fjølmiðlar, og ikki so nógv um Dimmalætting, sigur maðurin, sum situr við róðrið á Dimalætting í dag, Ingi Samuelsen.

Dulnevnd lesarabrøv

Ein annar munur, sum er á teimum báðum stóru avísunum í Føroyum í dag, er hugburður teirra mótvegis dulnevndum lesarabrøvum. Sosialurin valdi at gevast við at prenta dulnevnd lesarabrøv fyri nøkrum árum síðani, men Dimmalætting tekur tey framvegis við í blaðið. Eisini hetta fýltist gestarøðarin, Jørn Astrup Hansen, á í føðingardagsrøðuni. Til hetta sigur Ingi Samuelsen, at hann í prinsippinum heldur, at ein eigur at seta navn undir, tað ein skrivar, men fyri at fáa ávís evnir fram, sum hann tekur til, so sleppa tey dulnevndu brøvini við í blaðið, men tey fáa ikki góða plasering. Blaðstjórin sigur seg tó altíð vita, hvør, ið skrivað hevur.
Spurdur, um hesi "ávísu evnini" ikki kundu verið tikin upp av tíðindafólkunum hjá Dimmalætting ístaðin, sigur Ingi, at tað kundu tey saktans, men ein og hvør kelda og tipp eru í grundini dulnevnd, sigur Ingi Samuelsen, ið hevur 20 ára royndir innan bæði tann danska og føroyska blaðheimin. Nú er hann so tann 17. í røðini av blaðstjórum á Dimmalætting.