Soleiðis fáa vit eitt føroyskt sjónvarp

Kringvarp Føroya er komið í fíggjarligar trupulleikar, og alt bendir á, at tað aftur hesaferð er sjónvarpsparturin, sum er ov kostnaðarmikil

Grundleggjandi feilurin við sjónvarpinum hevur alla tíðina verið, at byrjað varð úr skeivum enda. Hvørki politikarar ella nakar annar hevði gjørt sær greitt, áðrenn sjónvarpið varð sett á stovn, hví vit skuldu hava eitt føroyskt sjónvarp. Vit skuldu bara hava tað, tí onnur lond høvdu tað. Ikki fyrr enn seinni vórðu fyrstu ítøkiligu royndirnar gjørdar at finna útav, hvat sjónvarpið skuldi brúkast til, og eg ivist í, um hesin spurningurin nakrantíð er endaliga svaraður. Lopið varð uppum, har garðurin varð lægstur. Føroyskt sjónvarp varð nýtt til at endursenda gamlar sendingar, sum Danmarks Radio hevði sent nakrar dagar frammanundan, og harumframt skuldu nakrar føroyskar sendingar útfylla restina av senditíðini.

Hvat teimum føroysku sendingunum viðvíkur, so sær ikki út til, at nakar frá byrjan av, hevur hugsað um, hvussu nógv arbeiði og fíggjarlig orka krevst, fyri at gera eina sjónvarpssending. Eg hoyrdi til dømis nú ein dagin, at sendingarnar um Klaksvíksstríðið (sum til samans vóru einar 80 minuttir til longdar) kostaðu umleið eina hálva millión krónur at framleiða. Hetta skal gjaldast av eini fíggjarætlan, sum fyri alt Kringvarpið liggur á umleið 60 mió. krónur um árið (fyri bæði útvarp og sjónvarp). Tað sigur seg sjálvt, at soleiðis kann sjónvarpið ikki halda fram.

 

Herd krøv

Fyrstu árini hjá Sjónvarpinum var eingin kapping á økinum. Føroyingar sóu ikki útlendskt sjónvarp, og tí gjørdi tað ikki so nógv, um flestu sendingarnar vóru útlendskar endursendingar. Eisini føroysku sendingarnar vóru væl móttiknar, tí bara tað at síggja eina føroyska sending, var ein uppliving í sær sjálvum.

Men tíðirnar broytast, og í dag gevur tað lítla meining at hava eitt sjónvarp, sum sendir útlendskar filmar av tí salgnum, sum flestu hyggjararnir kunnu síggja á øllum teimum útlendsku rásunum. Tí er kringvarpsleiðslan í eini tvístøðu. Tey hava ikki ráð at gera føroyskar sendingar, og tað gevur onga meining at senda útlendskar sendingar.

Vit noyðast tí at hugsa heilt øðrvísi, enn gjørt hevur verið higartil.

 

Mínar royndir

Sjálvur havi eg altíð havt stóran áhuga fyri sjónbandaframleiðslu. Sum 16 ára gamal keypti eg mítt fyrsta kamera og byrjaði at taka upp. Útgerðin tá var rættiliga dýr, og góðskan var munandi verri, enn hon er í dag. Redigeringsmøguleikar vóru eingir.

Í dag ber til at keypa kamera, fyri ein ótrúðliga lágan kostna. Góðskan er rættiliga góð, og eigur tú eina teldu, so kanst tú sjálvur redigera upptøkurnar.

Sjálvandi krevjast royndir, men tær koma skjótt, um tú hevur áhuga fyri fakinum.

Um eg, sum 16 ára gamal, hevði sloppið at gjørt eina sjónvarpssending, um tað so var fyri ein symbolskan prís, so hevði eg ikki ligið á boðunum. Ert tú bitin av hesum spennandi miðlinum, so hugsar tú bara um at sleppa at verða við.

Seinni keypti eg eitt heilt videostudeo, og fór at arbeiða burturav við hesum. Tað eydnaðist onkra hendinga ferð at sleppa inn gjøgnum nálareygað hjá Sjónvarpinum við onkrari sending, men eg gjørdi skjótt ta royndina, at talan var um eitt nálareygað av teimum heilt trongu.

 

Fyribrigdið Zacharis

Tá fólk verða spurd, hvørjum sendingum tey hyggja eftir í sjónvarpinum, so svara tey flestu, at tey hyggja eftir Degi og Viku, og sendingunum hjá Zacharis Hammer.

Hvat er tað við Zacharisi, sum er so spennandi? Mær vitandi er hann útbúgvin skúlalærari, men hann slapp inn í hitan í sjónvarpinum, og hann hevði nøkur hugskot um sendingar, sum fangaðu hyggjararnar.

Eg ivist ikki í, at tað ganga nógvir ”Zacharisar” í Føroyum við nógvum ymiskum hugskotum, men teir eru bara ikki slopnir inn í hitan.

Nú skal eg ikki gera Zacharis til nakað annað, enn tað hann er, men eg haldi at hann er eitt dømi um ein amatør, sum hevði nøkur hugskot um sendingar, sum vit ongantíð fara at síggja í eini útlendskari sjónvarpsrás. Vit tosa um føroyskt sjónvarp.

 

Lovið amatørunum framat

Míni ráð til kringvarpsleiðsluna eru: Lovið amatørunum framat. Eg veit at øll duga ikki so væl, men gev teimum eitt skeið í einar tveir - tríggjar dagar um, hvussu tey gera eina sending. Lat tey so taka kameraið við sær, tá tey fara á flot, á fjall, ella hvat tey finna uppá.

Lat tey byrja við at gera stuttar millumsendingar, ella sendingar, sum verða sendar uttanfyri bestu senditíð, so kunnu tey seinni verða flutt longur fram.

Sjónvarp er ikki ein spurningur um at hava ta flottastu útgerðina, men heldur ein spurningur um at hava tað besta hugskotið.

Kanska verður tað ikki líka flott sum sendingarnar um Klaksvíksstríðið, - men hinvegin, so kostar tað heldur ikki eina hálva millión hvørja ferðina.