Hvussu venda vit gongdini, so at áhaldandi fráflytingin úr Føroyum steðgar og vit fáa fólkavøkstur ístaðin?
Hetta er eitt evni, sum politisku ungdómsfeløgini hjá Framsókn og Ung Fyri Miðflokkin taka upp á almennum kjakfundi í annaðkvøld, mikukvøldið.
- Eitt er vist, og tað er, at leisturin seinastu mongu árini hevur ikki verið nøktandi, tí ung flyta av landinum í hópatali og alt ov fá koma heim aftur at búgva staðfesta tey bæði feløgini.
Fundurin verður klokkan 19.30 á Torginum í SMS.
Talan verður um ein pallborðsfund, har formennirnir fyri teir politisku flokkarnir koma at standa til svars.
Yvirskipaða kjakevnið verður nýskipanir og áhoyrararnir fáa eisini høvi til at seta politikarum spurningar.