Upsi og prísur
Jørgin Bech, ið hevur granska upsa og framleiðslutól seinastu árini, heldur, at tað er ongantíð ov tíðliga at fara undir royndir við daggomlum upsa, har spiklagið og tann hvíti parturin av upsaflakinum verða marknaðarførd hvørt fyri seg.
Umframt at vera maskineftirlitsmaður hjá reiðarínum, P/F Beta í Saltangará, hevur hann sjálvur eisini verið fiskimaður og veit, hvat ber til, og hvat ikki ber til.
Aktuellu royndirnar, sum Jørgin sipar til, er, at fiskurin hjá nøkrum partrolarum, sum veiða upsa, verður tikin úti á fiskifeltinum so skjótt, trolposin kemur at borði.
Daggamal upsi
- Eg kundi hugsað mær, at eitt skip, sum lá á fiskifeltinum, tók trolposan inn so hvørt, sum hálað verður. Fiskurin verður beinanvegin koyrdur í ísvatn og køldur. Hann verður samlaður saman og førdur til lands daggamal og ókruvdur. Skipini, ið tóga, kunnu fáa trolposan aftur so hvørt ? ella, meðan tey tóga við einum øðrum trolposa undir.
Jørgin sigur, at fiskurin nú verður førdur til lands og virkaður á tann hátt, at upsaflakið verður býtt í tvey.
- Slíkar royndir meti eg kunnu byrja beinanvegin og áðrenn maskinan, sum brúkast skal til endamálið, er tøk, kann upsin arbeiðast uppi á landi við handamegi. Síðan skal vøran marknaðarførast í tveimum, har tað hvíta flakið sum flak ella portiónir verður selt fyri seg og tað, ið eftir ? tað myrka spiklagið - fer fyri seg.
Misjavnur í dygd
Hann vísir á, at ein annar trupulleiki við upsanum er, at fiskurin gerst misjavnur til dygdar, tá ið hann liggur leingi á dekkinum. Hálini eru stór, fiskurin smáur, og tað tekur sjálvsagt sína tíð hjá manningini at fáa fiskin kruvdan og ísaðan.
- Eg haldi, tað ræður um at seta nakað í gongd ? og ikki bara snakka og grenja um lágan upsaprís.
Jørgin vísir á, at vit fiska eini 40.000-50.000 tons av upsa um árið, og kemur bert eitt oyra aftrat rávøruprísinum, er ein hálv miljón krónur meira at tjena ? og 10 oyru í meirprísi geva 5 miljónir!
Hann sigur, at fekst upsin daggamal og ókruvdur til lands, høvdu eisini møguleikar ligið í at fingið okkurt burtur úr innvølunum.
- Eg ivist onga løtu í, at slíkar royndir høvdu verið viðvirkandi til, at vit fingu ein hægri upsaprís, sigur Jørgin Bech.
Sosialurin fer at venda aftur til áhugaverdu meiningarnar hjá Jørgini í einum seinni blaði í vikuni.
Vit fara møguliga eisini at taka táttin upp við virkisleiðarar um upsaspurningin.