Stutt eftir at Gunnar Mikkelsen vann sangkappingina »Stjerne for en aften« i 2003, misti hann hugin at spæla tónleik. Gittarin fór upp á loftið, og í meira enn 10 ár spældi hann ikki ein tóna.
– Eg hevði heilt einfalt fingið nóg mikið og hevði brúk fyri at hugsa meg um, sigur Gunnar Holm-Lintermann, sum hann nú eitur, við Sosialin.
Umráðingartíðin gjørdist sera drúgv – tað gingu meira enn 10 ár, áðrenn Gunnar aftur setti seg við gittar at spæla.
Í 2015 fóru Gunnar og systurin eina ferð til Føroya, og tað broytti alt. Tey fóru á G! Festival at lurta eftir tónleiki, og tað var ein løta á Sandinum í Syðrugøtu, at Gunnar broytti sína støðu til tónleik.
– Føroyingar duga allir so væl at syngja og tíma so væl at syngja. Og tá ið eg stóð mitt á Sandinum, og øll sungu við, bleiv eg rørdur. Har stóðu ungfólk, tilkomin fólk, sjómenn, arbeiðsfólk, skrivstovufólk og fólk við hægri útbúgving og sungu saman, og eg merkti, hvussu nógv tónleikur og sangur hevði at siga fyri tey, greiðir Gunnar Holm-Lintermann frá.
– Tann løtan fekk meg at broyta mítt lív. Eg avgjørdi, at eg skuldi siga arbeiðið hjá mær upp og finna annað arbeiði, og so ætlaði eg mær aftur at spæla tónleik. Tá ið vit komu til Havnar, segði eg við konuna hjá mær, at nú hevði eg aftur hug at spæla tónleik, og hon svaraði, at tað hevði hon bíðað leingi eftir at hoyra meg siga.
Gunnar Holm-Lintermann hevur givið nýggjan sang út undir listarnavninum Saint Kodiak. Sangurin kallast »Fade to White« og kann hoyrast á eitt nú Spotify. Í november gevur hann nýggja útgávu út.
Longri samrøða kann lesast við Gunnar Holm-Lintermann í Sosialinum, sum kom út mánadagin.