Nú er einki loyniligt longur og hvussu ein grind verður rikin er goymt á teldu umborð á fleiri bátum, sum reka grind. Kortið sýnir hvussu grindin, sum legði beinini í Klaksvík mánadagin, varð rikin. Tað er plottarin umborð á línubátinum Fiskivarða, sum hevur ódeyðiliggjørt hendan rakstur.
Fiskivarði var næsti bátur at grindini, sum varð funnin seks fjórðingar norður úr Rivtanganum, norðasti tangi á Eysturoynni. Kósin, sum er grøna strikan í kortinum, vísir, at fyrst royndu teir at fáa hana inn í Djúpini og kanska inn á Funningsfjørð. Men grindin var treisk og vildi eystureftir. Eystfall var eisini og tað rak suður í Djúpunum og í Kallsoyarfirði. Svørtu pílarnir vísa rákið.
Komnir eystur um Kallin tók grindin sjógv á bak og beina linjan suður gjøgnum Kallsoyarfjørð vísir, at grindin hevði nógva ferð, og var miðvís í síni svimjing.
Kortið skuldi havt verið við í blaðnum í gjár, tá skrivað var frá grindini, men av misgávum varð tað gloymt. At tøknin er frammalaga í dag, er hetta kortið eitt dømi um.
Á veg úr grindini týsdagin setti Fiskivarði fólk av í Leirvík og í Fuglafirði. Beint áðrenn vit vóru komnir norður á Boðar á vegis til Oyndarfjarðar sendu vit hetta kort gjøgnum internetið til Sosialin. Tøkniliga høvdu vit kunna sent myndir frá rakstrinum sum er á kortinum, og tær kundu verið í blaðnum, áðrenn grindin legði beinini.