Linda Evangelista
Aldur: 44 ár
Familja: Sonurin Augustin, 3 ár og sjeikurin Peter Morton, 63 ár.
Starv: Starvast enn sum modell fyri millum annað L'Oreal og John Galliano.
Bústaður: New York og Los Angeles
"Nú havi eg alt sum eg havi droymt um"
Tað sitat sum Linda Evangelista er mest kend fyri er: "Eg fari ikki úr songini fyri minni enn 10.000 dollarar um dagin".
Hon er fødd í Kanada og visti longu sum 12-ára gomul, at hon vildi gerast modell.
Linda var ein tann fyrsta supermodellin, og í endanum av 80-unum gjørdist hon sera vælumtókt við sínum stutta, dreingjahári. Hon skifti oftani útsjónd og bleiv tí kalla fyri "kameleontin".
Linda gavst at starvast sum modell í 1998, tá hon hitti fótbóltsspælarin Fabien Barthez. Men byrjaði aftur í 2001, og var kløkk av, at hon sum 36 ára gomul enn var vælumtókt sum modell.
Linda hevur leingi vilja verið mamma, og fyri trimum árum síðani gjørdist tann dreymurin veruleiki, tá sonurin Augustin kom til verðina. Sama ár hitti hon eisini mannin í sínum lívi, Peter Morton.
- Nú er mítt lív fullkomið, alt handlar um Augustin. Eg kenni meg vælsignaða, og í dag havi eg alt, sum eg nakrantíð havi droymt um, hevur hon sagt við blaðið ELLE.
Naomi Campbell
Aldur: 39 ár
Familja: Sjeikurin Vladislav Doronin, 47
Starv: Starvast sum modell og hevur sítt egna luktilsi
Bústaður: London og Moskva
Fyrsta myrka supermodellin
Naomi Campell er kend fyri tvey ting - at vera fyrsta myrka supermodellin og fyri sítt illsinni.
Hóast hon er 39 ára gomul, stendur hon seg enn í kappingini við tær ungu modellirnar. Hon byrjaði sína yrkisleið sum modell í heimbýnum London, tá hon var 15 ár. Í 1988 var hon fyrsta myrka modellin, sum kom á forsíðuni á franska blaðnum Vogue.
Naomi hevur haft nógvar trupulleikar við rúsevnum, og meðan modellkarrieran hevur gingið væl, hevur privatlívið ikki verið eins lætt. Sjeikarnir hava avloyst hvønn annan, og fleiri ferðir er hon dømd fyri at hava sligið fólk, sum hava arbeitt fyri seg.
Nú livur hon saman við russiska milliarderinum Vladislav Doronin og vil giftast við honum - trupulleikin er bara, at hann longu er giftur.
Cindy Crawford
Aldur: 44 ár
Familja: Maðurin Rande Gerber og børnini Presley og Kaia
Starv: Hevur fleiri egin merki innan skógvar, vakurleika og inrætting. Modell fyri klokkurnar Omega.
Bústaður: Malibu
"Í dag hevði eg ikki blivið supermodell"
Cindy Crawford er helst tann kendasta av supermodellunum. Hon er fødd í einum lítlum býi í USA, og varð uppdagað sum modell, tá hon arbeiddi á einum majsákri. Hon var dugnalig í skúlanum, men gavst og satsaði alt upp á at gerast modell.
Fyri tíggju árum síðani gavst hon sum modell. Hon segði við týska blaðið Bunte, at hon orkaði ikki at samanberast við 20-ára gamlar modellir. Cindy hevur eisini funnist at teimum sera klønu modellunum í dagsins mótaheimi.
- Eg hevði ongantíð blivið modell ídag, eg síggi ov sunn út við mínum normala kroppi, sigur hon.
Cindy Crawford var eitt skifti gift við sjónleikaranum Richard Gere, men nú er hon gift við Rande Gerber, og tey hava tvey børn saman.
Hon arbeiður enn eitt sindur sum modell, men mest fæst hon við síni egnu merki innan skógvar, vakurleika og inrætting.
Claudia Schiffer
Aldur: 39 ár
Familja: Maðurin Matthew Vaughn, 39, og børnini Caspar, 7, og Clementine, 5
Starv: Starvast sum modell fyri L'Oreal, Salvatore Ferragamo og Chanel
Bústaður: Garður í Suffolk, Onglandi
Gerst mamma fyri triðju ferð
Claudia Schiffer er týsk og kemur frá eini ríkari familju í Rheinberg. Hon varð uppdagað sum modell á einum náttklubba, tá hon var 17-ára gomul. Hon líkist nógv Brigitte Bardot, og nógv vildu hava hana at gerast tann nýggja Brigitte. Gjøgnumbrotið sum modell kom, tá sniðgevin Karl Lagerfeld vildi hava hana sum modell fyri merkið Chanel.
Hon helt í nógv ár saman við gandakallinum David Copperfield, men tað var filmsleikstjórin Matthew Vaughn, ið fekk vøkru Claudiu. Tey eiga tvey børn saman, og ein av komandi døgunum kemur triðja barnið til verðina.
Claudia arbeiður enn sum modell, men er givin at ganga á "catwalkinum".
Christy Turlington
Aldur: 41 ár
Familja: Maðurin Edward Burns, 42 og børnini Grace, 7, og Finn, 4.
Starv: Lesur og arbeiður sum modell fyri Yves Saint Laurent og Escada
Bústaður: New York
"Eg vil ikki, at dóttur mín verður modell"
Christy Turlington og merkini Calvin Klein og Maybelline vóru í nógv ár samanbundin. Myrkhærda Christy var kend fyri at vera løtt at hava við at gera, serliga samanborið við Naomi Campell. Mamma Christy er ættað úr El Salvador, og pápin er amerikumaður. Christy er fødd í Kalifornia.
Hóast at hon var at síggja allastaðni, og pengarnir rullaðu inn á bankabókina, vildi Christy nakað annað, enn at bara liva av sínum vakra andlitið. Í 1994 byrjaði hon tí at lesa filosofi og átrúnað á universitetinum í New York. Hon byrjaði við yoga og gjørdi eitt klædnamerkið við yogaklæðum.
Í 2004 hitti hon sjónleikaran Edward Burns, sum hon nú eigur tvey børn saman við. Hóast Christy enn hevur ein fót í modellheiminum, vil hon ikki, at børn hennara skulu ganga í hennara fótasporum.
- Eg vóni, at dóttur mín heldur satsar uppá eina góða útbúgving enn at gerast modell, hevur hon millum annað sagt við blaðið Daily Telegraph.