Klokkan er farin væl um teir 90 minuttirnar, tá øði brádliga kemur í Pætur Dam Jacobsen. Meðan flestu av hinum á EB/Streyma liðnum tykjast troyttir, so stríðist Pætur í høgra borðið. Hann er í hornatøkum við vinstra bakkin hjá Qarabag og vil ikki geva seg. Tað endar við, at Pætur vinnur eitt innkast burtur úr støðuni. Heðin Askham rópar allar sínar menn fram!
Gert Hansen hevur kastað nøkur long innkøst í dystinum, men tað er sjáldan veruligur vandi á ferð. Hesa ferð miseydnast kastið eitt sindur og er nakað lágt. Men Sorin Anghel er skjótur og stingur høvdið fram um verjuleikaran. Bólturin endar hjá Egil á Bø, sum stútar á stongina.
Fyrstur á returin er, sjálvnadi freistast ein til at siga, Arnbjørn Hansen. Hann meddar til og bólturin syngur í nettakinum. 93 minuttir, 1-1 og stórur fagnaður í Gundadali.
“Tíbetur skoraði Egil ikki”
Soleiðis tekur ein skemtingarsamur Arnbjørn Hansen til eftir dystin. Hann hevur fyrr prógvað, at hann kann skora á altjóða stigi við landsliðnum. Nú ger hann tað eisini við EB/Streymi.
«Eg hugsaði ikki so nógv tá innkastið kom innfyri. Tað vóru so nógvir mans í brotsteiginum, at tað fór at verða ringt at fáa fatur á bóltinum, sigur Arnbjørn um løtuna undan útjavnandi málinum.
Í landsdystinum móti Estlandi var Arnbjørn fyrstur á bóltin eftir at málmaðurin bjargaði brotssparkinum frá Fróða Benjaminsen. Aftur í gjár var hann klárur á blettinum.
«Bólturin fer upp um meg, men Egil er aftanfyri og fær høvdið á og bólturin fer á stongina og í aftur til mín. Tíbetur skoraði Egil ikki, sigur Arnbjørn og fer at flenna.
Slík mál kunnu kallast at vera heppin mál, men har er Arnbjørn ikki samdur.
«Tað kann ikki blíva við at verða hepni, sigur hann víðari við einum lítlum smílið.
“Sá ikki málið”
Heðin Askham iðrar seg um stútarin og vendur bakið til, í tí Arnbjørn skorar.
«Eg segði fleiri ferðir, at nú skora vit tá vit fingu innkast. Gott nokk kom málið nakað seint og faktist sá eg tað ikki. Eg iðraði meg um stútarin hjá Egil og vendi bakið til, sigur Heðin Askham um útjavnandi málið.
Maðurin, ið vann avgerandi innkastið, var Pætur Dam Jacobsen. Hann stríddist allan dystin á tamb á miðvøllinum, men hann er eisini greiður yvir at tað verður torført í Aserbadjan.
«Eg haldi eg stríddist til tað seinasta, tí eg veit hvussu torført tað verður um eina viku. So vit høvdu brúk fyri einum máli, sigur Pætur Dam Jacobsen eftir dystin.
Torfør byrjan
FK Qarabag sat á tí mesta av dystinum og kom á odda eftir góðar tíggju minuttir. Tá høvdu teir longu einar tvær ferðir vísti styrki í álopspartinum. Fyrst var tað toppskjúttin frá heimligu kappingini í fjør, Giorgi Adamia, ið bleiv taklaður í evstu løtu av Paula Hansen, men tíverri endaði bólturin fyri føturnar á Rauf Aliyev, ið legði Qarabag á odda.
EB/Streymur hevði tveir stórar møguleikar í fyrra hálvleiki. Tann fyrra fekk Hans Pauli Samuelsen eftir innkast úr høgru. Hann kom at standa væl fyri, men bólturin fór við síðuna av. Løtu seinni hevði EB/Streymur tríggjar møguleikar innanfyri ein lítlan minutt. Harðast leikaði á, tá Gert Hansen úr stuttari fjarsøðu avsluttaði. Á sjálvari málstrikuni fekk verjan hjá Qarabag rudda vekk.
Linur seinni hálvleikur
Tað hendi ikki so nógv í seinna hálvleiki. Gestirnir tóktist væl nøgdir við 1-0 leiðsluna, meðan EB/Streymur ikki megnaði at trýsta.
«Tað var lættari at spæla í seinna hálvleiki. Í fyrra hálvleiki blivu vit trýstir og runnu nógv, men í seinna hálvleiki var minni ferð á spælinum hjá teimum, staðfestir Pætur Dam Jacobsen.
Hóast gestirnir høvdu bóltin nógv, so var ikki altíð vandi á ferð.
«Teir høvdu tveir mans á miðvøllinum, ið fordeildin bóltin væl, men tað var sjáldan vandi á ferð. Teir høvdu bóltin nógv, men skaptu ikki tað stóra, sigur Arnbjørn Hansen.
Heðin Askham gjørdist ikki kløkkur av dystargongdini.
«Teir spældu akkurát sum vit høvdu roknað við. Teir hava bóltin nógv og eru góðir til smáspæl, men eg haldi at vit skapa fleiri møguleikar enn teir í dystinum, sigur Heðin Askham
Fyrireika seg til retur-dystin
Tað er serliga á einum øki, at EB/Streymur er betri enn FK Qarabag metir EB/Streyma venjarin.
«Tað er serliga á deyðbóltum, at vit kunnu hótta teir. Vit eru størri enn teir og serliga riggaði tað væl við innkøstinum í dag. So tað fara vit at leggja okkum eftir í retur-dystinum, sigur Heðin Askahm.
Tað er heitt í Aserbadjan í hesum døgum, men Heðin Askahm hevur góðar vónir alíkavæl.
«Dysturin byrjar klokkan 21 og tá er ikki eins heitt sum um dagin. Tá er hitin heilt upp til 40 hitastig, meðan tað um kvøldi kemur niður móti 25 hitastigum, sigur Heðin Askham at enda.
Dysturin í tølum: (www.uefa.com)
EB/Streymur - FK Qarabag 1-1 (0-1)
0-1 Rauf Aliyev, 11
1-1 Arnbjørn Hansen, 90+3
Skot á mál: 2-8
Skot við síðuna av: 4-4
Horna: 1-7
Gjørd fríspørk: 13-10
EB/Streymur: Rene Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Sorin Anghel, Alex dos Santos - Hans Pauli Samuelsen, Pauli Hansen, Pætur Dam Jacobsen, Daniel Udsen(Levi Hanssen, 70), Leif Niclasen(Arnar Dam, 80) - Arnbjørn Hansen
Á bonkinum: Jóan Pauli Jacobsen og Poul G. Olsen
FK Qarabag: Bojan Pavlovic - Maksim Medvedev, Rashand Sadigov, Namig Yusifov, Rashad Sadigov - Rauf Aliyev(Bakhtiyar Soltanov, 70), Vugar Nadirov, Afran Ismayilov, Admir Teli - Ansi Agolli, George Adamia
Á bonkinum: Farhad Valiyev, Gara Garayev, Zaur Hashimov, , Emin Imamaliyev, Ilgar Gurbanov, Nderim Nedzipi