Soleiðis keypir tú trygt á internetinum

Í seinastuni hava tíðindi verið frammi í miðlunum um, at fólk eru komin illa fyri í sambandi við handil á netinum og nú kemur Dátueftirlitið tískil við góðum ráðum um, hvat ein sjálvur kann gera fyri at verja seg fyri at koma illa fyri. Dátueftirlitið sigur, at tað, ein sjálvur kann gera, er at tryggja eins egna net við virusverju, firewall o.t. og at syrgja fyri, at trygdin alla tíðina er dagførd.

Tað er eisini got at brúka vanligt vit og skil. Tað merkir, at mann skal bara keypa frá kendum veitarum og tað er altíð klókt at kanna síðuna, áðrenn tú keypir, tvs, hvørjum keypir tú frá - navn, bústaður, t-postur, telefon nummar, skrásetingar nummar og at tryggja tær at ábyrgdarpersónur er aftanfyri.

Kanna eisini um handilin hevur ein persónsupplýsingarpolitikk. Skalt tú í hesum sambandi lata nógvar upplýsingar um teg sjálva fyri at sleppa at keypa, mást tú umhugsa, um tú yvirhøvur vilt keypa frá teimum.

Eini góð ráð eru, at tú skalt aldrin lata fleiri upplýsingar frá tær enn neyðugt fyri at kunna keypa og lat aldrin P-talið frá tær.

Dátueftirlitið sigur, at internethandlar hava skyldu at upplýsa, hvørjar upplýsingar teir skráseta, og hvat tær skulu brúkast til.

Annars tá tú keypir á netinum:

- Kanna, hvat er við í prísinum (levering, avgjøld)

- Skriva ordran og váttanina út og goym tey

- Kanna kontoyvirlitið fyri at vita, um upphædd er farin av fleiri ferðir, og um upphæddir eru farnar av kontoini, sum tú ikki kennist við

- Tað er av allarstørsta týdningi at hugsa um, at tú ikki ert dulnevndur á netinum, tí tøkniliga menningin ger, at tað ber til at skráseta alt, ið fyriferst á netinum

Í hesum sambandi vísir ein nýggj kanning, at Google, Yahoo, Microsoft o.o. fylgja við, hvat brúkarin ger á netsíðunum og skrásetir tað.

- Tað er fyri at kunna geva brúkaranum meira viðkomandi lýsingartilfar, sigur Google.