Soleiðis komu málini

1026 mál í Premier League deild upp í bólkar

Nú Premier League kappingarárið er komið at enda, so ber til at gera tøl statistikk burturúr tí mesta. BBC hevur hugt nærri at hvussu tey 1026 málini farna kappingarár eru skotið.

 

Av teimum blivu 539 mál skotin við høgra beini, sum er meiri enn helmingurin. 263 blivu skotin við vinstra beini og 180 við høvdinum. Afturat tí, so kann nevnast at 38 mál eru noteraði sum sjálvmál, meðan seks mál eru bólkaði sum annað.

 

Av teimum 1026 málinum komu 715 frá opnum spæli, 74 upp á brotsspark og 25 beinleiðis uppá fríspark. Somuleiðis kann leggjast afturat, at komu 51 fleiri mál í hesum kappingarárinum í mun til 2014/2015.

 

Toppskjútti bleiv Harry Kane úr Tottenham við 25 málum, meðan Jamie Vardy úr leicester og Sergio Aguero úr Manchester City skutu hvørsíni 24 mál. Av hesum trimum spældi Sergio Aguero minst og skoraði eitt mál fyri hvørjar 99 minuttir.

 

Manchester City skoraði eisini flest mál við 71, meðan ikki óvæntað, so skoraði Aston Villa fægst við 27 málum.