TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Tróndur Arge segði frá teimum fýra málunum, tá AB fyrr í dag skelkaði KÍ við at vinna 3-1 á oddaliðnum, sum mátti dvína á oddasessinum, og lata hann yvir til Víking, sum vann 1-0 á TB í Sarpugerði í Norðragøtu.
Umframt frásøgnina av teimum fýra málunum, so hoyra vit eisini hvussu tað ljóðaði, tá Tróndur Arge segði frá seinastu løtuni av dystinum. Øll fýra málini í dystinum á Argjum komu í fyrra hálvleiki.
Komandi umfar vitjar AB í Runavík. KÍ tekur ímóti B68 norðuri í Klaksvík.