TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr ein samandrátt uppá 10 og ein hálvan minutt frá Rás2 frá minniligu HM-áttandapartsfinaluni, sum føroyska U21-landsliðið tapti 25-28 (12-14) ímóti Fraklandi.
Tróndur Arge segði frá dystinum, og Pole J. Hansen var viðmerkjari.
Á ljóðbrotinum hoyra vit frásagnir av góðum føroyskum málum og bjargingum, og øðrum avgerandi løtum í dystinum.
Í morgin klokkan 14 spæla Føroyar plasseringsdyst ímóti Svøríki, har spælt verður um 15. plássið. Tróndur Arge og Pole J. Hansen eru uppá pláss, og teir fara at siga frá dystinum. Sendingin byrjar klokkan 13.