Soleiðis ljóðaði tað tá Fleyr vann steypagull (Rás2)

(Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá Hilmar Jan Hansen segði frá teimum avgerandi bóltunum í steypafinaluni hjá kvinnum

Fleyr er steypavinnari hjá kvinnum í flogbólti. Tað gjørdist veruleiki tá Fleyr vann 3-2 á Drátti.

 

Talan var um eitt rimmar comeback hjá Fleyr, sum var aftanfyri 0-2 í settum. Dráttur vann 25-22 og 25-22, men so vendi dysturin. Fleyr vann triðja sett 25-15, fjórða sett 25-21 og fimta sett 15-8.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá frásøgumaðurin, Hilmar Jan Hansen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fimm settunum. Jákup Fjallsbak var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.


2) Hoyr Jákup Fjallsbak taka samanum dystin.

 

Jákup Fjallsbak heldur, at Fleyr vísti klassa í trimum teimum seinastu settunum við at venda einum hóttandi tapi til sigur. 

 

Samrøðurnar Hilmar Jan Hansen gjørdi við spælarar og venjara hjá Fleyr hoyrast HER

 

Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við Ruth Albinsdóttir hjá Drátti hoyrist HER