KÍ hevur álað sundur øll stevnu- og festivalskompleks í samband við teir stóru dagarnar, sum eru í Klaksvík. Tað bleiv aftur staðfest við einum knúsandi festivalssigri á heimavølli í dag. KÍ vann heili 5-0 á Skála, sum merkir, at KÍ er í skrivandi stund sjey stig frammanfyri Víking, og átta stig frammanfyri NSÍ, sum tó hava spælt ein dyst færri.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frásøgnina Tróndur Arge hevði av teimum fimm málunum hjá KÍ í beinleiðis frásøgnini Tróndur hevði á Rás2. Viðmerkjari til frásøgnina var landsliðslegendan, Rógvi Jacobsen, sum vann FM við KÍ í 1999.