TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frásøgnina, sum Tróndur Arge hevði av teimum fimm málunum, og av dystarendanum, tá KÍ vann 3-2 á HB í einum minniligum dysti á ovara vølli í Gundadali.
Tvær ferðir var HB á odda, bæði 1-0 og 2-1, men KÍ javnaði báðu ferðirnar, og ímóti dystarenda tryggjaði Súni Olsen KÍ sigurin við einum rimmar frísparki.
KÍ er á odda í effodeildini við 47 stigum, HB er nummar fimm við 34 stigum. Komandi sunnudag tekur KÍ ímóti TB. HB vitjar NSÍ við Løkin í Runavík.