TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frásøgnina Hilmar Jan Hansen hevði á Rás2 av teimum báðum málunum, sum góvu Víkingi ein 2-0 sigur yvir NSÍ í Sarpugerði í Norðragøtu í dag.
Tað vóru Andrias Lava Olsen og Hans Pauli Samuelsen, sum skutu málini hjá Víkingi í dag. Sigurin merkir, at NSÍ er sett uttanfyri FM-stríðið.
Komandi sunnudag tekur Víkingur ímóti TB meðan NSÍ spælir á útivølli ímóti B36 í Havn.