Tað er synd í fólki, sum skulu seta búgv í hesum døgum, tí tey koma at vera trælir hjá bankanum í 30-40 ár. Og fyri at klára tað, skulu tey eisini hava óvanliga góða løn
Tað staðfestir Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi.
Men hann tvíheldur um, at tað er nógv mikið av bústøðum í landinum, tað er ikki har, hundurin er grivin.
Trupulleikin er, at bústaðirnir verða ikki brúktir, tí tað er ein ørgrynna av húsum, sum standa tóm
– Á Sandi býr fólk í 200 húsum, men hinvegin standa 70 hús gapandi tóm og myrk alt árið. Hesi hús eiga borgarar úr øðrum kommunum, fólk uttanlands, og onnur.
Hann sigur, at orsøkin til at tey standa tóm, er at tað er bíligt at hava hús standandi tóm.
– Tað kostar nevnliga millum lítið og onki at hava og eiga eini hús úti á bygd, og tí kunnu øll tað, serliga tey við einum oyra á bókini.
Hann vísir á, at lommunurnar kunnu einki gera tí at tær kunnu ikki krevja, at húsini verða brúkt og tí er triðja hvørt hús á Sandi, summarhús, hóast tey standa í sethúsaøkjum.
– Hetta er orsøkin til stóru bústaðarneyðina í dag, staðfestir borgarstjórin á Sandi.
– Vit í Sands kommunu hoyra dagliga um fólk sum leita eftir onkrum at leiga ella keypa, men her er onki til leigu ella sølu. Sjálvt um triðja hvørt hus stendur tomt.
Brandur Sandoy mælir tí Løgtinginum til at broyta lógina soleiðis at kommunur fáa heimild til at krevja bústaðarskyldu, so at kommunur kunnu krevja, at fólk skal búgva í húsum, fólk eiga.
– Hetta hevði havt við sær, at summi høvdu flutt hagar fyri at kunna havt húsini framvegis, men onnur høvdu selt. Sostatt høvdu fleiri hús verði til sølu, og prísurin hevði lækka.
– Fingu vit 70 borgarar knýttar at húsunum sum standa tóm, og fingu skattin frá teimum, skuldu vit bygt leigubústaðir í rúgvuvís, og nøkta einhvønn eftirspurning eftir húsum á Sandi, sigur Brandur Sandoy.
– Men hetta ber ikki til, so leingi sum lógarheimild ikki er fyri hesum.
Hann sigur, at soleiðis kann øll bústaðarneyð í landinum, loysast. Spurningurin er meiri um løgtingslimir tora at gera nakað við tað.