Tað var Bødvar Hjartvarsson, sum eigur og rekur Snikkarakjallaran í Dali, sum hevur gjørt hakan, ið Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, brúkti til at loysa fløgini við á hátíðarhaldinum í Húsavík seinnapartin í gjár.
Fríðrik Heinesen, verkfrøðingur hjá Landsverki, sum verður verkætlanarleiðari í samband við Dalstunnilin, var eftir hakanum í Dali, og tá segði Bødvar Hjartvarsson nakað soleiðis við KvF:
##med2##
- Eg havi ikki gjørt haka fyrr. Eg lánti ein haka frá einum mammubeiggja hjá konu míni, og skaftið á hesum hakanum er gjørt eftir honum. Grevið er gjørt í smiðjuni á Trøllanesi. Har høvdu tey ikki gjørt eitt slíkt grev áður.
Á Trøllanesi áttu tey skabilón – ella formin - av onkrum gomlum haka.
Men, áðrenn Heðin Mortensen slapp at royna seg við nýggja hakanum, segði hann nøkur orð. Hann vísti á, at Dalsvegurin hevur hildið í ein heilan mansaldur, men nú fer hann skjótt í søguna.
##med3##
- Vegurin liggur í brattlendi; hann er smalur, her er ringt sýni og eisini vandi fyri omanlopi.
Landsstýrismaðurin ásannaði, at umstøðurnar eftir Dalsvegnum eru ikki tær bestu at koyra eftir, og sum landsstýrismaður í samferðslumálum hevur hann eisini eina ábyrgd og skyldu.
- Eg havi skyldu til at tryggja Føroya fólki, at tey kunnu ferðast trygt og ómakaleyst á okkara oyggjum.
##med4##
Heðin Mortensen vísti til endurskoðaðu ferðslutrygdarætlanina, sum eisini vísir á, at neyðugt er við einum góðum vegakervi fyri, at trygdin kann verða er í hásæti.
- Tað er eisini hetta, sum er orsøkin til, at Dalstunnilin nú verður gjørdur. Hann er snøgt sagt neyðugur.
Landsstýrismaðurin nýtti eisini høvi at ynskja fólkinum í Húsavík, Dali, sandoyingum sum heild og eisini øllum Føroya fólki tillukku við byrjanini av hesi stóru verkætlan, sum hann er sannførdur um fer at gagna Føroyalandi.
##med5##
Eftir røðuna, fór landsstýrismaðurin í holt við at loysa tvey fløg, ið hann líka sum skar í einum – og síðan skar tey sundur og loysti tey hvør sær.
Fyrra flagið var til heiðurs fyri Dali – og hitt seinna til heiðurs fyri Húsavík, sum eru bygdirnar, ið Dalstunnilin fer at binda tættari saman.
Heðin Mortensen er handaligur, og tað gekk væl hjá honum at skera niður í svørðin við nýggja og hvassa hakanum og síðan loysa fløgini bæði.
##med6##
Hakin, sum er gjørdur í Snikkarakjallaranum í Dali, verður eisini verandi í Dali sum eitt minni um hesa hátíðarligu og søguligu løtu, og hann kemur at hanga í bygdahúsinum í Dali.
##med7##