Í myndasavninum undir greinini hava vit savnað nakrar av myndunum av Heindriki prinsi, sum liggja í talgilda myndasavninum hjá Miðlahúsinum.
Myndirnar vísa millum annað, tá drotningahjúnini vitjaðu Sundsverkið, Norðoyatunnilin, Dragan og tá prinsurin spældi borðtennis og tá hann fekk ein koss frá einum smádreingi úti á Tinganesi.
Í alt er talan um 46 myndir, sum minna okkum á nakrar av vitjanunum hjá Heindriki, prinsi, í Føroyum.
Heindrikur prinsur, andaðist í gjárkvøldið, 83 ára gamal. Hann verður brendur og síðani verður øskan grivin í Fredensborg Slotshava 20. februar.
Føroyingar hava høvi at senda kongshúsinum eina samkenslukvøðu, við at fara á Ríkisumboðið, til og við týsdagin. Almenningurin fær eisini høvi at heilsa eina seinastu ferð upp á prinsin í Christiansborg Slottskirkju leygardagin 17. februar.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Edmund Joensen hevði við Rás 2 í dag um Heindrik, prins.