Danska brúkararáðið Tænk hevur nú kannað menstruatiónskoppar og hvussu væl hesir rigga. Menstruatiónskoppar hava vunnið frama seinastu árini, tó teir framvegis neyvan kunnu sigast at hava tikið sessin hjá vanligu verjuvørunum.
Menstruatiónskoppar eru gjørdir av silikon, sum er eitt evni, sum heldur væl. Tað merkir, at koppurin kann nýtast umaftur og umaftur, meðan vanlig verja sum bind og tampax ikki kann endurnýtast. Tó so skrivar Tænk, at stelkurin á koppinum er undir trýsti hvørja ferð hann verður tikin út, og brotnar kann, so riggar koppur ikki sum hann skal longur.
Livitíðin fyri menstruatiónskoppar er upp til fleiri ár, siga framleiðararnir av slíkum koppum. Hetta hevur Tænk kannað, og tann kanningin vísir, at 7 ymiskir menstruatiónskoppar tola trýstið, teir verða lagdir undir, tá ið teir skulu takast út. Kopparnir kláraðu eisini munandi meira trýst, áðrenn tey hóknaðu. Tí sigur Tænk, at niðurstøðan er, at kopparnir kunnu trygt nýtast umaftur og umaftur.
Menstruatiónskoppar verða oftast seldir við einum toyposa. Her skal koppurin varðveitast, og ikki í til dømis einum lufttættum haldara. Kopparnir kunnu skifta lit eftir at teir eru nýttir í fleiri ár, men Tænk sigur, at tað er bert av æstetiskum orsøkum, at hetta verður gjørt, tí tað hevur als onga ávirkan á haldføri á koppinum.
Tænk viðmælir fýra menstruatiónskoppar, sum tey hava kannað. Tann eini er av merkinum Lunette og eitur Clear. Ein er av merkinum Lady Cup og eitur Sweet Strawberry. Ein er av merkinum Ruby Cup og eitur Pink og tann síðsti er av merkinum OrganiCup og eitur Clear.
Menstruatiónskoppar skulu tømast tvær ferðir um dagin, tá ið teir eru í brúk.