Soleiðis síggja húsini út í Burundi

Hjálparfelagsskapurin ADRA hevur sum eitt av endamálum sínum at hjálpa heimvendum familjum í afrikanska landinum Burundi. Nú hava føroyingar møguleika at hjálpa teimum at búseta seg aftur, eftir at tey vórðu noydd at flýggja úr heimlandi sínum í árunum 1993 til 2003.

Eitt av hart raktu londunum í Afrika er Burundi, sum ikki er nógv størri enn Jylland.

Gjøgnum samfull 10 ár herjaði borgarakríggj í landinum millum tveir av ættarbólkunum – hutu og tutsi. Hetta førdi við sær, at minst 0,2 mió fólk lótu lív, og eitt nógv størri tal av fólki máttu flýggja til grannalondini.

Fleiri eru flutt heimaftur, og onnur ynskja tað sama, men tað tey koma aftur til, er ein lítið tespilig sjón: Nógvar landsbygdir eru snøgt sagt lagdar í oyði; markirnar yvirvaksnar og farnar í órøkt, og sjálvi hava tey ikki pening at byrja av nýggjum.

Her hevur ADRA, ið er ein hjálparfelagsskapur hjá Adventistunum í Føroyum og Danmark, sett sær fyri at rætta teimum eina hjálpandi hond.

Í hesum døgum stendur tí ein stór smátta á Torginum í SMS, og er hon á somu stødd sum tær, ið ætlanin er at byggja í Burundi.

Við at vera í keypinum av einum slíkum húsum ber til at geva hesum familjunum ein møguleika at byrja av nýggjum: Í fyrsta umfari við at fáa tak yvir høvdið, men í øðrum lagi amboð til at dyrka jørðina og 15 ymisk trø, soleiðis at tey kunnu forvinna til ta dagliga breyðið.

Henda verkætlanin – sum verður gjørd eftir regluni: Vit broyta heimin – eitt lív í senn - hevur longu vart í fleiri ár.

Higartil hava omanfyri 7000 familjur fingið gleði og gagn av hesi hjálpini. Men sum skilst, er tørvurin framvegis til staðar.

mynd

MUNUR Á

Tað er munur á okkara húsum og teirri smáttuni, sum Tue Westing frá ADRA í Danmark vísir fram í SMS

Mynd: Jens Kristian Vang