Soleiðis sær Bakkafrost út í dag

Vit miðja eftir at vera ein fyritøka í heimsflokki í laksavinnuni, siga tey, sum standa aftan fyri Bakkafrost.

Við byggingini av nýggja og stóra laksavirkinum á Glyvrum brynjar Bakkafrost seg til framtíðina. In.fo hevur verið ein túr eftir bryggjuni á Glyvrum í dag, haðani viðhefta mynd er.

 

Ætlanin hjá fyritøkuni er, at allur laksur hjá Bakkafrosti skal verða kruvdur og virkaður á Glyvrum, og málið er, at henda velduga íløga skal betra um fiskavælferðina og arbeiðsumhvørvið, góðskan á vøruni hækkar, og samstundis fer lívfrøðiligi váðin ætlandi eisini at minka.

 

Málið hjá Bakkafrosti við hesi bygging er at økja um framleiðsluna av lidnum vørum, og tí verða esini íløgur tey næstu árini gjørdar í framleiðsluliðið.

 

- Hesar íløgur verða gjørdar fyri at menna um kappingarføri og fyri at tryggja, at Bakkafrost og føroysk alivinna framhaldandi er frammi í oddinum í alheims høpi. Vit miðja eftir at vera ein fyritøka í heimsflokki í laksavinnuni, siga tey, sum standa aftan fyri felagið.