Soleiðis sær Glasir út - í Lego

Tey, sum vilja síggja, hvussu Glasir fer at síggja út, tá bygningurin er heilt liðugur, kunnu fara ein túr í Lego House í Billund.

 

Har hevur ein áhugabólkur, sum kallar seg BIG Builders, gjørt legoútgávur av kendum bygningum hjá Bjarke Ingels Group og millum teirra er Glasir. Bjarke Ingels Group hevur eisini sniðgivið Lego House, so tí er tað hóskandi, at BIG builders hevur eina framsýning har.

 

Stigtakarin aftan fyri BIG builders er Helgi Toftegaard, sum tók stig til átakið í 2016.

 

Myndirnar eru frá glasir.fo og Lego House á Facebook.