Danska stjórnin hevur nú lagt upp í stríðið millum Kommunernes Landsforening og Danmarks Lærerforening, tí eingi tekin vóru um eina semju.
Á tíðindafundi klokkan 10 danska tíð legði Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, Christine Antorini, undirvísingarráðharri, og Mette Frederiksen, arbeiðsmálaráðharri, fram fylgjandi punktir í stjórnarloysnini:
- Skriftligu fráfaringarroyndirnar verða útsettar til millum 13. og 23. mai. Harvið fáa næmingarnir sjey skúladagar at fyrireika seg í. Munnligu royndirnar verða sum ætlað.
- Lærararnir fá somu arbeiðstíðsreglar sum flestu onnur á almenna arbeiðsmarknaðinum. Tænastumannareglurnar fara tí eisini at galda fyri lærararnar.
- Skúlaleiðarar síðustillast við aðrar arbeiðsgevarar. Teir skulu leypandi meta um, hvussu uppgávurnar á einstøku skúlunum verða best loystar. Tað merkir eina avtøku av arbeiðstíðsreglunum hjá lærarunum.
- Í lógaruppskotinum verður varðveittur ein ársnormur fyri arbeiðstíðina hjá lærarunum, so arbeiðstíðin kann skifta frá viku til viku.
- Tað verða innførdir verjureglur sum nakað nýtt, og tað merkir, at arbeiðstíðin skal verða samlað.
- Verjureglarnir verja lærararnar móti til dømis at arbeiða í vikuskiftunum.
- Dagliga arbeiðstíðin skal so vítt gjørligt vera samlað.
- Lærararnir skulu hava uppgávuyvirlit fyri alt árið.
- 60 ára reglanverður útfasað. Tó er regulin óbroyttur fyri lærarar, sum eru fyltir 57 ár pr. 21. juli 2013. Regulin gav lærarum yvir 60 ár niðursett tímatal.
- Við útfasingini av 60-ára reglinum, fer ein kompensatión í formi av einari lønarhækkan á 300 milliónir krónur. Fyri einstaka læraran merkir hetta eina lønarhækka á millum 3.300 og 4.100 krónur um árið.
- Ein milliard verður avsett til eftirútbúgving í 1012-2020.
- Arbeiðstíðsreglarnir koma í gildi í august næsta ár.