Í Vejle ganga tey høgt uppí teirra 130 ára gamla fótbóltsfelag, Vejle Boldklub ofta stytt VB.
Tað er sanniliga markerað av lokalu miðlunum, og av sjálvum felagnum, at føroyski landsliðsspælarin, Viljormur í Heiðunum Davidsen setti met í vikuni sum fór við at gerast útlendski spælarin við flest alment skrásettum dystum fyri Vejle.
Tað er farið beint inn í hjørtuni hjá mongu fjepparunum hjá Vejle, at Viljormur hevur sagt og sligið fast, at hann spælir bara fyri eitt lið í Danmark, og tað er Vejle.
Viljormur greiðir eisini frá á heimasíðuni hjá Vejle, at tá hann kom til Vejle var fyrsta málið at spæla fleiri dystir fyri felagið enn býarmaðurin, Christian Høgni Jacobsen sum spældi 51 dystir fyri Vejle.
Viljormur hevur skorað seks mál fyri Vejle higartil.
HER sæst og hoyrist ein samrøða heimasíðan hjá Vejle gjørdi við VIljorm aftaná metið var komið undir land.
Her er søguligi listin yvir topp-10 útlendingarnar hjá Vejle. Spælararnir við feitari skrift spæla enn við Vejle:
1. Viljormur í Heiðunum Davidsen (Føroyar) 183 dystir
2. Julian Barnett (Ongland) 181 dystir
3. Kent Scholz (Týskland) 140 dystir
3. Jonatan Neftali (Spania) 140 dystir
5. Adeshina Lawal (Nigeria) 127 dystir
6. Azer Busuladzic (Bosnia-Hersegovina) 121 dystir
7. Ylber Ramadani (Albania) 112 dystir
8. Valentino Lai (Svøríki 95 dystir
9. Allan Sousa (Brasil) 92 dystir
10. Pavol Bajza (Slovakia) 86 dystir
Viljormur Davidsen hevur havt seks høvuðsvenjarar síðani hann kom til Vejle fyri 7½ ári síðani. Viljormur hevur spælt hesar dystir undir hesum seks ymisku venjarunum: Tonny Hermansen (40 dystir), Klebér Saarenpää (20 dystir) Steen Thychosen (5 dystir), Andreas Alm (28 dystir), Adolfo Sormani (54 dystir) og Constantin Gâlcă (36 dystir).
Teir 183 dystirnir Viljormur hevur spælt fyri Vejle eru 145 i næstbestu deildini, 31 í Superliguni og 7 dystir í steypakappingini.