Kappingar á Facebook kunnu lokka við dýrum vinningum so sum ferðum, flatskíggjum ella Iphone telefonum. Tú eigur tó altíð at hyggja nærri eftir kappingunum, áðrenn tú deilir og dámar eina síðu fyri at luttaka. Facebook síður kunnu nevniliga vera falskar, og teirra kappingar einans hava til endamáls at selja tíni ”dáma” og tínar upplýsingar víðari. Brúkararáðið í Danmark, Tænk, hevur gjørt eina vegleiðing til Facebook brúkarar.
Er navnið stavað rætt?
Stavivillur í navninum eru eitt greitt tekin um, at síðan ikki er ektað. Tað kunnu eisini vera smærri mistøk, sum tú ikki varnast í fyrstu atløgu, eitt nú at punktum er sett eftir navnið. Navnið kann eisini vera eitt lítið sindur øðrvísi enn tað ektaða. Eitt nú eitur danska síðan hjá Canon "Canon Denmark", meðan tann falska síðan eitur "Canon Danmark".Falskar síður hava eisini ofta óvanliga long nøvn, eitt nú slagorðið hjá einum merkið í navninum.
Kanst tú lesa um fyritøkuna?
Facebook síður hava altíð ein ”um” knøtt, og har eigur tú at finna fleiri upplýsingar um fyritøkuna. Er hendan ”um” sektiónin tóm, so er tað ein ábending um, at okkurt ikki ruggar rætt. Somuleiðis er umráðandi at halda eyga við upplýsingum um, hvussu ein setur seg í samband við fyritøkuna. Er adressa og telefonnummar á, so er tað eitt tekin um, at síðan er ektað. Hygg eisini eftir leinkju til heimasíðu.
Svarar síðan sínum brúkarum?
Postar frá øðrum brúkarum á eina síðu hjá einari fyritøku, verða mangan svaraðir, um talan er um eina ektaða síðu. Hygg eftir, um síðan svarar fólkaliga og hjálpsamt aftur upp á teir spurningar, sum verða settir. Falskar síður taka ofta burtur møguleikan at skriva eitt hvørt á síðuna ella at senda boð. Um tú ikki hevur nakran møguleika at seta teg í samband við fyritøkuna umvegis Facebook síðuna, so er tað eitt greitt tekin um, síðan er følsk.
Tykist síðan rótfest?
Tað hevur leingið verði gjørligt hjá fyritøkum at gera sær Facebook síðu. Um tú finnur eina spildur nýggja Facebook síðu hjá einari rótfestari fyritøku við nógvum árum á baki, so er okkurt, sum ikki ruggar rætt. Hygg eftir, nær síðan er gjørd. Somuleiðis kanst tú hyggja eftir, um síðan hevur havt fleiri aðrar postar á síðuni enn kappingina, tí um einans nøkur fá post eru løgd út á síðuna áðrenn kappingina, so er okkurt, sum ikki er sum tað skal. Talið av fólki, sum dáma síðuna, er eisini umráðandi. Hygg eftir, um tú heldur talið av dáma hóskar seg til, hvussu kend fyritøkan er. Hevur til dømis BMW einans 1000 dáma, so er okkurt løgið áfatt.
Hesi ráð hevur danska brúkararáðið Tænk gjørt.