Sum skilst á viðoyingum í kvøld er støðan tann, at minst eitt hús er rakt av toruni, men at toran sló niður í bygdini fleiri ferðir og tí eru at kalla øll releini á Viðareiði sligin frá.
Ein viðoyingur sigur við in.fo í kvøld, at hjá teimum slóðu gnistur úr stikkkontaktunum, telda, routari og sjónvarp er farið. Ein annar náddi at varnast veðurtíðindini áðrenn og var tí vitandi um, at toran fór at raka Viðareiði og náddi sostatt at sløkkja fyri streyminum áðrenn. Ein viðoyingur greiður frá, at úr húsinum, sum varð rakt av toruni, stóð roykur úr stutt eftir.
Gert Norðoy hevur tikið hesa myndina, tá ið toran sló á Viðareiði.
Sum skilst er Sev á staðnum og hjálpir fólki at kanna, hvussu stórur skaðin er og hvat kann gerast.