Soleiðis skal tað vera

Tað eru tveir av royndu og sigursvandu GÍ spælarunum, sum sita á beinkinum hjá Víkingi

Anton Skoradal er venjari og Magni Jarnskor er hjálparvenjari. Teir hava báðir vunnið nógv, og eitt av eyðkennunum hjá GÍ liðnum í teirra tíð var stríðsvilji og fínur hugburður.

- Okkara vísa framúr hugburð, og teir fáa løn fyri tað. Nú ræður um at halda tørn um sovorðin avrik, so fæst at síggja, hvat kann spyrjast burturúr, helt væl nøgdi Magni Jarnskor.

Víkingur hevur tap ímóti ÍF og B68 og spælt javnt ímóti Skála og KÍ. Seinastu ferðirnar hevur tað eydnast at vinna á oddaliðunum báðum EB/Streymi og NSÍ:

- Hetta vísir, at vit hava møguleika ímóti øllum, og at vit kunnu tapa ímóti øllum. Tað ræður fyrst og fremst um hugburðin, og tað er neyðugt, at hann verður tann rætti, tá ið Skála sunnudagin kemur at vitja, heldur væl nøgdi Magni Jarnskor.