Soleiðis skulu londini eita

Leygardagin vóru víðgongdu liberalistarnir innan føroyskt mál savnaðir. Evnið var staðanøvn í útlondum, og Sosialurin var á staðnum

Málfelagið hevði kallað til fundar. Møttir vóru einir 40 mans og einar 10 kvinnur. Ikki beinleiðis javnstøða, men tað eru ikki genturnar, sum vanliga tíma at læra seg allar høvuðsstaðir í heiminum.

Dagsskráin hjá monnunum, sum høvdu kallað til fundar er eisini greið. Teir vilja ikki, at Kili skal stavast soleiðis, og heldur ikki at nakað pláss í heiminum skal eita Grønhøvdaoyggjarnar.

Við øðrum orðum vilja teir, at vit so vítt gjørligt siga og stava staðanøvn soleiðis, sum fólkini í landinum gera tað, men undantøk eru eisini.


Kili eitur Chile

Fyrstur til orðana henda seinnapartin í Miðlahúsinum var Rolf Guttesen, sum nú í fleiri mánaðir hevur skrivað lesarabrøv um, at føroyska Heimsatlassið ikki kann nýtast.

Millum annað heldur hann, at onki eitur ein fílabeinsstrandingur, men at fólk av Fílabeinsstrondini eita ivorianarar.

Rolf Guttesen hevur eitt uppskot, hvussu mann skal skriva og úttala ymisku støðini í heiminum.

– Alt byrjaði við einum Heimsatlasi í 1992, har mann hevði valt at skriva landanøvn á eina føroyskan máta, og gera bronglingar av málinum, heldur Rolf Guttesen.

Hann heldur í sama viðfangi, at vit so vítt gjørligt skulu siga, sum fólkini í landinum sigur. Tó eru eisini undantøk. Til dømis Keypmannahavn, sum vit altíð hava rópt soleiðis.

Somuleiðis heldur hann, at vit skulu hava fleiri stavir í alphabetið, abc’ið ella aábð’ið, hvat vit enn rópa bókstavarekjuna. Hann er nevniliga sannførdur um, at c, q, w, x og z skulu í stavraðið, so vit kunnu skriva Zimbabwe heldur enn Simbabvi.

– Mann sigur at onki føroyskt orð endar við e og tí skal Simbabvi hava i í endan, men Zimbabwe er ikki nakað føroyskt orð, tað er eitt afrikanskt orð, metir Rolf Guttesen.

Um sjálvan trupulleikan við stavunum, har summi lond ikki nýta sama slag bókstavir sum vit, heldur Rolf Guttesen, at mann skal royna at skriva ljóðini til latínskar stavir.

Rolf Guttesen heldur ikki, at vit skulu umseta nøvn.

– Øll kenna Aberdeen, sum merkir áarmunnin á ánni Don. Men vit siga ikki Donáarmunni, hóast tað í atlasinum stendur Grønhøvdaoyggjar um Capo Verde.

Til seinast bara Rolf Guttesen fram, at vit ikki skulu brúka gomul útdeyð heiti um støð. Eitt dømi um hetta er, at Bornholm við hvørt eitur Borgundarhólmur.


UNGEGN

Eyvind Veyhe, sum undirvísir á Fróðskaparsetrinum hevði uppgávuna at vísa á, at hátturin, sum nøvnini eru vald í atlasinum, ikki er tann sami, sum ST nýtir. Undir ST er nevniliga ein bólkur, sum varð settur á stovn í 1967, sum eitur UNGEGN (United Nations Group of Experts on Geografical Names)

Eyvind Veyhe staðfesti, at alt tað, sum Rolf Guttesen segði er í samsvari við UNGEGN, og tí er tað besti møguleikin at standardisera staðanøvn kring knøttin.

Eyvind Veyhe greiddi eisini frá, at nøkur ting eru farin at henda við málinum um mál seinastu árini.

– Tað er í umbúna at seta eina nevnd í Føroyum, sum skal standardisera staðanøvn. Nevndin verður mannað av fimm fólkum, segði hann.


»Sakaris Zachariasen«

Á fundinum greiddi Sjúrður Skaale frá gongdini í ABC-málinum, har hann millum annað – enn eina ferð – vísti á, hvussu harmiligt tað er, at børn við einum abba, sum eitur William eru í eini øðrvísi rættarstøðu enn tey, sum ikki hava ein abba, sum eitur William.

– Føroyska alfabetið er bara eitt tjóðskaparligt ting. Tað verður ikki brúkt nakra aðrastaðni, hvørki í telefonbók ella nøkrum øðrum, heldur Sjúrður Skaale.

– Ein maður kom til mín, og segði, at uppskotið er idiotiskt, tí vit kunnu saktans brúka tað føroyska abc’ið, fortaldi Sjúrður Skaale fyri at vísa, at abc er rótfest í okkara hugsan. Júst sum Alpha Beta.

Nú er málið hjá Mentamálaráðnum, og tað er líkt til, at tað gongur tann vegin, at børn fara at kunna hava nøvn við c, q, w, x og z og ikki bara eftirnøvn við c, q, w, x og z.


Málráð

Seinasta uppleggið á fundinum átti André Niclasen. Hann møtti við einum uppskoti til føroyskt málráð, soleiðis sum málfelagið ynskir tað.

Í uppskotinum er lagt upp til at hava eitt málráð, sum skal syrgja fyri, at føroyskt mál verður vart og røkt.

Sambært uppskotinum skal ráðið mannast við 13 limum frá fleiri ymiskum instansum. Fakfeløgum, málfeløgum og politiskum flokkum.

Samanumtikið kann staðfestast, at fundurin var fyriskipaður av víðgongda liberala vonginum innan føroyskt mál.

Tvinni verulig mótmæli vóru allan almenna fundin. Ein kvinna vildi hava umboð fyri javnstøðunevnd í málráðið, og ein vísti á, at tey ungu hava tikið heilt nógv heiti úr føroyska atlasinum til sín.