Hendan tíðin av árinum viðførir fyri mong, at man er sera plágaður av mýggjabitum. Danska brúkararáðið Tænk hevur gjørt kanningar i, hvat kann nýtast fyri at sleppa undan bitunum.
Fyrst og fremst riggar tað at keypa vørur móti mýggjabitum í eitt nú Matas ella Apotekinum, tí hesi halda mýggjabitunum burtur, men talan er oftast um sterkar vørur, so tú mást ansa eftir eygunum, varrunum og sartari húð.
Keypir tú spray skal tað sprayast niður í hondina og síðani smyrjast yvir andlitið. Ikki spraya beint í høvdið. Tað eru vanliga luktilsi í hesum vørunum, sum órógva mýggjabitarnir. Tað er sera ymiskt, hvussu fólk vera ávirka av mýggjabitunum og harvið eisini hvussu væl hvør vøra móti mýggjabitum riggar fyri hvønn einstakan, tí viðmælir danska brúkararáðið at royna seg við ymiskum sløgum.
Umframt hetta sigur Danska Tænk, at húð, sum er smurd inn í krem móti mýggjabitum, er væl vard, men tað er bara júst har kremið er, at mýggjabitarnir halda seg burtur. Mýggjabitar seta seg á húð, sum ikki er innsmurd. Tí er umráðandi at vita, at tað ikki er nóg mikið at smyrja krem á summastaðni og vænta, at tað styggir. Danska tænk sigur tó, at krem av slíkum slag ikki má nýtast til børn undir 3 ár. Heldur skulu hesi verjast við at hava langar ermar og langar buksur.