Endamálið við skeiðinum er, at geva luttakaranum størri førleika í at handfara strongd í gerandisdegnum. Hetta verður gjørt við undirvísing, bólkasamrøðum og venjingum.
- Skeiðið vendir sær til tey, sum uppliva strongd sum ein trupulleika í gerandisdegnum – ella til teir persónar, sum ynskja at fyribyrgja strongd, verður sagt á heimasíðuni agape.fo.
Undirvísari verður Ole Rabjerg, autoriseraður sálarfrøðingur. Ole Rabjerg er í starvi hjá felagnum Agape í Danmark, har hann arbeiðir ígjøgnum terapi, fyrilestrar og skeið.
Skeiðið verður hildið í Meinigheitshúsinum á Skála og er samansett av fýra samanhangandi savningum. Byrjað verður 25. februar 2012 og síðan verður savnast eina ferð um mánaðin.