Tað ræður um at njóta nýggjárið og komandi frídagarnar, tí tá ið gerandisdagur kemur aftur mikudagin, er langt til næstu høgtíð.
Páskirnar verða seint í ár – ikki fyrr enn eftir hálvan apríl. Men síðani verður styttri millum frídagarnar.
Soleiðis fella høgtíðir, halgidagar og frídagar í 2019:
Týsdagin 1. januar: Nýggjársdagur
Hósdagin 18. apríl – mánadagin 22. apríl: Páskir
Hósdagin 25. apríl: Flaggdagur
1. mai: Altjóða arbeiðaradagur
Fríggjadagin 17. mai: Dýri Biðidagur
Hósdagin 30. mai: Kristi Himmalferðardagur
5. juni: Grundlógardagur
Leygardagin 8. juni – mánadagin 10. juni: Hvítusunna