Alt var í roynd og veru avgjørt, tá fimm minuttir vóru spældir av dystinum millum B36 og Olimpi Rustavi í gjárkvøldið. Tá skoraðu georgiumenn og harvið skuldi B36 gera fýra mál, um teir ynsktu at spæla seg víðari í Europe League. Men tað megnaðu teir ikki. Langt frá.
Olimpi Rustavi spældi frágera góðan fótbólt á einum ógvuliga høgum tekniskum støði, so leingi teir tímdu hetta. Byrjaðu álop í høgru, vendu við og tóku málverjan við í síðuskiftið, áðrenn álop varð sett í gongd í vinstru. Fótbóltur av besta slag, meðan B36 hjálpti dúgliga við at staðfesta tekniska munin, við sjáldsama nógvum tekniskum feilum og adressuleysum avleveringum. Hetta var galdandi fyri so at siga allar leikararnar í størri og minni mun.
Mistøk kostaðu mál
Tað vóru eisini mistøk, ið førdu til bæði málini. Fyrst megnaði B36 ikki at verja Irakli Sirbiladze, tá hesin púra ótarnaður setti fótin á eitt gott hornaspark og legði Olimpi Rustavi á odda.
Teir øktu um leiðsluna við at leggja inn fyri úr høgru, og Ásbjørn V. Gunnarsson royndi at verja fyri innlegginum, men einans fekk avrættað innleggið so mikið, at bólturin endaði við handaru stong, har Gela Khubua kom stórleypandi og smekkaði bóltin inn.
Dennis og Jákup kundu
Teir báðir einastu leikararnir hjá B36, sum stóðu georgiumonnum mát reint tekniskt, komu báðir inn av beinkinum. Nýggi danin, Dennis Holmberg, kom inn fyri Berg Midjord, tá stívliga eitt korter var farið, og vísti seg sum ein dugnaligan kombinatiónsleikara, ið var sinnaður av stríðast – eisini tá dysturin so at siga var avgjørdur.
Hin var Jákup á Borg, sum kom inn fyri miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Sam Malson var tikin út. Hann tordi at bjóða av og tað var ikki fyrr enn, at hann kom á vøllin, at B36 hevði nakað serligt at bjóða við frameftir vøllinum.
B36 rakti tvørtræið
Tað var tó langt áðrenn, at Jákup á Borg kom á vøllin, at B36 hevði vandamestu roynd sína. Henda fall beint fyri hálvleik, tá Malson høgdi til, eftir at Koroma hevði lagt inn fyri úr høgru. Skotið brast á tvørtræið og út í spælið aftur, men georgar vóru kvikir á leysa bóltinum, og so var tann vandin av.
Nærri kom B36 ikki, hóast møguleikar vóru fyri tí. Eftir at Olimpi Rustavi hevði spælt við vøddunum og staðfest, at teir vóru nógv tað besta liðið á vøllinum við at skora tvey mál, sleptu teir trýstinum nakað í seinna hálvleiki.
Hetta gav B36 pláss og at enda eisini møguleikar. Stutt inn í seinna hálvleik skuldi Magnus Olsen skorað, tá Jóhan Ellingsgaard fann hann inni í brotsteiginum, men staddur ein góðan metur frá málstrikuni, rakti sandoyingurin ikki bóltin. Eisini høvdu bæði Klæmint Matras og Oddmar Færø sínar skallarar eftir deyðbóltsstøður, sum burdu givið mál.
Umframt tað hevði Magnus Olsen eisini ein stóran kjans, tá hann tíðliga í fyrra hálvleiki skeyt beint framvið, eftir at Koroma lat honum bóltin. So B36 hevði sínar kjansir, og tí er tað at harmast um, at tað ikki eydnaðist teimum at hála ein javnleik í hús, og harvið tryggja føroyskum fótbólti stig á altjóða pallinum.
--
Í 1-TEIG
Vantaðu kynismu og dugnaskap
Mikkjal Thomassen er eirindaleysur, tá hann skal lýsa avrikið hjá sínum liðið í gjárkvøldið
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
Hóast útspældir stóran part av dystinum, so hevði B36 møguleikar til at bøta um úrslitið og enn tá at fáa ein javnleik í Gundadali í gjár. Tað eydnaðist tó ikki at fáa nakað mál ímóti Olimpi Rustavi og tað harmar Mikkjal Thomassen.
– Vit kunnu kalla tað óheld og marginalar, sum ikki vóru við okkum, men úrslitini úr báðum dystunum botna í, at vit rætt og slætt ikki eru nóg dugnaligir. Vit vanta tað kyniska sum skal til, tá avgerandi løturnar uppstanda, segði Mikkjal Thomassen eftir dystin í gjár.
Hann duldi heldur ikki yvir, at hann var ein vónbrotin maður.
– Vit eru ómetaliga skuffaðir. Fyrsta málið punkterar okkum, og bæði málini eru nøkur, ið eg eri nokkso irreteraður um. So í hálvleikinum kunnu vit staðfesta, at vit skulu fram at skora fimm mál, um vit skulu sleppa víðari, og tað er meiri enn vit settu okkum førar fyri, greiðir Mikkjal Thomassen frá.
Venjarin hjá B36 er tó ikki einans ein beiskur maður, tí hann hevði eisini rósandi orð at bera mótstøðuliðnum.
– Vit fingu eitt slag av fótbóltslektión. Teir pressaðu okkum í botn, spældu so skjótt og so flótandi, at eg næstan noyddist at standa og klappa at teimum, sigur Mikkjal Thomassen, sum eisini fegnast um, at nýggi danin í B36, Dennis Holmberg, stóð seg væl á vøllinum.