Týsdagin verður lutakast til HM-undankappingina fyri kvinnulandslið í fótbólti fram móti endaspælinum í Fraklandi í 2019. Føroyar megnaðu við framúr avrikum á Tórsvølli herfyri at spæla seg víðari frá innleiðandi kappingini og skulu tí luttaka í sjálvari HM-undankappingini.
Tey 35 londini, sum skulu luttaka í HM-undankappingini, skulu við lutakasti býtast út á sjey bólkar við fimm londum. UEFA hevur nú gjørt endaligu styrkismetingina til lutakastið og hevur býtt londini upp í fimm styrkisbólkar. Eitt land úr hvørjum styrkisbólki verður drigið í hvønn undankappingarbólk.
Tað vil siga, at Føroyar kunnu ikki koma í bólk saman við hinum londum í styrkisbólki E, men fáa eitt land úr hvørjum av hinum styrkisbólkunum í sín bólk.
Fimm lond verða í hvørjum bólki, og øll londini spæla tveir dystir ímóti hvørjum øðrum – heima og úti. Hetta merkir, at Føroyar skulu spæla átta HM-undankappingardystir komandi árið. Vinnararnir av bólkunum sleppa til endaspælið í Fraklandi. Fýra teir bestu 2’ararnir skulu spæla play-off dystir um seinastu tvey plássini í endaspælinum.
Dystirnir í undankappingini verða spældir frá 11. september í ár til 4. september 2018. Eftir at bólkarnir eru mannaðir, verða samráðingar millum londini um, hvussu dystirnir skulu avgreiðast, men ávís dato eru fastløgd til dystirnar.
Styrkisbólkarnir til HM-undankappingina fyri kvinnulandslið:
Bólkur A: Týskland, Ongland, Noreg, Svøríki, Spania, Sveis, Italia.
Bólkur B: Holland, Ísland, Skotland, Danmark, Eysturíki, Belgia, Russland
Bólkur C: Finnland, Ukraina, Wales, Rumenia, Póland, Kekkia, Írland
Bólkur D: Portugal, Serbia, Ungarn, Bosnia & Hersogovina, Hvítarussland, Slovakia, Slovenia
Bólkur E: Norðurírland, Kroatia, Ísrael, Kasakhstan, Albania, Føroyar, Moldova