Soleiðis verður kappast í 2. umfari í Firmakappingini hjá FM1

12 fyritøkur eru eftir í Firmakappingini á FM1. Annað umfar verður avgreitt millum 17. januar og 21. februar.

12 fyritøkur og stovnar eru eftir nú farið verður í holt við annað umfari í Firmakappingini, spurnarkappingini á FM1. 

Annað umfar verður avgreitt millum 17. januar og 21. februar, og kappast verður soleiðis, talan er um fríggjadagar klokkan 14.10:

17. januar: Klaksvíkar kommuna - Runavíkar kommuna

24. januar: TTS (Klaksvík) - Svend Krossstein (Tórshavn)

31. januar: Sjónám (Klaksvík) - TRYGD (Tórshavn)

7. februar: Bygma Balslev (Hoyvík) - P/F Kaj Andreasen (Hoyvík)

14. februar: MAGN (Tórshavn) - SPEKT (Tórshavn)

21. februar: Faroe Express (Tórshavn) - MRCC (Tórshavn)

21. februar verður lutakast um hvør skal møtast í undanhálvfinalunum og hálvfinalunum.

28. februar verða tvær undan-hálvfinalur, tær verða klokkan 14.05 og klokkan 14.30. 

6. mars verða tvær hálvfinalur, tær verða klokkan 14.05 og klokkan 14.30.

FINALAN verður fríggjadagin 13. mars klokkan 14.10.

Høvuðsvinningurin er ein ferð fyri 12 fólk við Skúvadal ferðum undir Vestmannabjørgini við Suppu og døgurða frá Fjørukrónni í Vestmanna. Tveyarin fær "Búff og Bowl" fyri 12 fólk frá Bowlinghøllini á Hálsi í Havn.