Eitt lágtrýst í ein landnyrðing úr Hetlandi fer í ein landnyrðing meðan tað fyllist og kaldari luft við einkultum ælum streymar inn yvir Føroyar av útnyrðingi. Í nátt fer eitt minni lágtrýst í ein eystan norðan fyri Føroyar og eitt tilhoyrandi brúgvalag við regni fer um Føroyar í annaðkvøld. Síðani kemur eitt ein sterkur og kaldur streymur av útnyrðingi, við ælum bæði mikudagin og hósdagin. Fríggjadagin fer væntandi ein hátrýstsryggur framvið Føroyum av vestri og veðrið gerst støðugari eitt skifti, áðrenn nýggj brúgvaløg leygardagin náa fram til okkara av vestri.
Í dag
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útnyrðingi og vestri, 8 til 12 m/s, sum út á dagin lækkar í ein vestan og útsynning. Fyrst okkurt æl og sólglottar, men út á seinnapartin skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 7 og 11 stig. Í nátt andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útsynningi, 7 til 12 m/s, sum frá líður klárar í og okkurt æl. Hitin millum 5 og 7 stig.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 6 til 10 m/s, sum frá líður øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Fyrrapartin skýggjað og okkurt æl, men sum frá líður samdrigið og ælaveður. Hitin millum 5 og 10 stig.
Hósdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi og norðri, 10 til 15 m/s, sum út á náttina lækkar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt einstakt æl og hitin millum 7 og 10 stig. Um kvøldið og náttina yvirhøvur turt og lutvíst klárt og hitin millum 4 og 8 stig.
Fríggjadagin
Gul til stívt andvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum lækkar í ein vestan og um náttina makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 6 m/s. Yvirhøvur turt og út á náttina regn. Hitin millum 7 og 10 stig.
Leygardagin
Lot til gul av útsynningi, 2 til 5 m/s, út á dagin lot til andøvsgul av landsynningi, 4 til 8 m/s, um náttina av suðri. Skýggjað og regn ella ælaveður og hitin um 10 stig.
Sunnudagin
Lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 2 til 7 m/s, Yvirhøvur skýggjað og stundum regn ella ælaveður, og hitin millum 8 og 11 stig.