Eitt brúgvalag við regni og vátaslettingi beint sunnan fyri Føroyar fer spakuliga í ein útsynningi. Síðani kemur eitt rák av landnyrðingi við kaldari luft og ælaveðri, møguliga vátaslettingi.
Eitt lágtrýst sunnan fyri Írland fer spakuliga í ein norðan. Køld luft og vetrar streyma inn yvir Føroyar av landnyrðingi og eystri. Mikudagin og hósdagin fer lágtrýstið í ein norðan og tilhoyrandi brúgvaløg raka sum frá líður Føroyar við nógvum avfalli og vindi
Veðrið í dag
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur. Hitin millum 1 og 4 stig. Í nátt hækkar hann í ein landnyrðing og makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, og tað klárar í. Í morgin árini sólglottar, men møguliga okkurt vetraræl. Hitin í nátt um frostmarkið, í morginárini upp í 3 hitastig.
Týsdagin:
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av eystri og landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Skýggjað, men sólglottar og vátaslettingur ella kavaæl. Hitin millum 1 og 4 hitastig.
Mikudagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av eystri og landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum seinni hækkar í ein norðan og øtlar í strúk í vindi ella skrið, 13 til 20 m/s. Skýggjað og okkurt vátaslettings- ella kavaæl, seinni kavi og vátaslettingur. Hitin millum 1 og 4 hitastig.
Hósdagin
Hvassur vindur upp í skrið av norðri, 15 til 20 m/s. Skýggjað og regn, vátaslettingur ella kavi. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.
Fríggjadagin
Hvassur vindur ella skrið av útnyrðingi, 15 til 20 m/s, um náttina av landnyrðingi. Hann makar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og stundum regn, vátaslettingur ella kavi. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.
Leygardagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 2 og 5 hitastig.