Í samband við, at hennara háting, drotning Margretha, vitjar á Sandi mikudagin, hevur Sands kommuna í kvøld sent út eina fráboðan sum sigur, nær og hvar høvi verður hjá almenninginum at síggja drotningina.
Tað verður klokkan 9.45 mikumorgunin, at sonevndi chaluppurin kemur siglandi frá Dannebrog við drotningini og inn á havnalagið á Sandi.
- Her verður møguleiki hjá øllum at verða við og síggja móttøkuna, tá Brandur Sandoy, borgarstjóri, saman við løgmanni og ríkisumboðnum taka ímóti.
Sands kommuna sigur, at drotningin fer eisini at heilsa upp á bygdarráðslimirnar, áðrenn drotningafylgið koyrir niðan á Listasavnið á Sandi.
- Klokkan 12 kemur drotningafylgið aftur inn í bygdina á Sandi og steðgar tá á at heilsa upp á fólk á parkeringsplássinum millum kirkjuna og bakaríið, sigur kommunan í sínari fráboðan í kvøld.