Soleiðis atkvøddu tey um kirkjuna á Argjum

Elsa Berg, borgarstjóri, atkvøddi ímóti at geva byggiloyvi til nýggju kirkjuna á Argjum

Hóast tað var væntandi, at býráðið í Havn fór at geva byggiloyvi til nýggju kirkjuna á Argjum, so var meirilutin ikki so stórur, sum roknast kundi við.

 

Ein orsøk var, at báðir býráðslimirnir hjá kommunulistanum hava broytt støðu, síðani teir eru endaðir í andstøðu í Tórshavnar býráð. Og tí at bæði Elsa Berg, borgarstjóri, og Anja Weyhe, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini, atkvøddu í móti teirra egna fakkunnleika í umsitingini hjá Tórshavnar kommunu.

 

Tá málið var fyri í byggi- og býarskipanarnevndini atkvøddi Anja Weyhe fyri málinum og at beina tað í býráðið. Men hon hevur so broytt støðu, síðani málið kom í býráðið, tá atkvøddi hon ímóti.

 

Tá byggiloyvið varð givið fyrru ferð tann 29. februar í fjør, varð tað samtykt við átta atkvøðum.

 

Hesaferð atkvøddu Heðin Mortensen, Birgir Nielsen, Annfinn Brekkstein og Kristianna Winther Poulsen tað sama sum seinast. Teir tríggir fyrru 'ja', meðan Kristianna Winther Poulsen aktvøddi 'nei'.

 

Tróndur Sigurðsson og Kári Johansen úr Kommunulistanum hava báðir broytt støðu, síðani teir sótu við ábyrgd í Tórshavnar býráð. Tróndur Sigurðsson atkvøddi fyrru ferð 'ja' og hesaferð 'nei'. Kári Johanesn atkvøddi fyrru ferð 'ja' og hesaferð 'blankt'.

 

Av teimum nýggju býráðslimunum atkvøddu Heidi Lava Elgeirsdóttir, Bergur Robert Dam Jensen, Guttormur í Skála og Høgni Vilhelmsen 'ja', meðan Annita á Fríðriksmørk og Anja Weyhe atkvøddu 'nei'. Elsa Berg, sum var í farloyvi tá atkvøtt varð seinast, atkvøddi 'nei' hesaferð.

 

Tá byggiloyvið varð givið, tann 29. februar í fjør, atkvøddi Tórshavnar býráð soleiðis:

 

Fyri byggilloyvi atkøvddu:

 

Annfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum 

 

Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum

 

Tróndur Sigurðsson úr Javnaðarflokkinum

 

Kári Johansen úr Javnaðarflokkinum

 

Bjørg Dam úr Javnaðarflokkinum

 

Birita Baldvinsdóttir úr Javnaðarflokkinum

 

Birgir Nielsen úr Fólkaflokkinum

 

Jákup Dam úr Tjóðveldi

 

 

 

Ímóti artkøvddu:

 

Turið Horn úr Tjóðveldi

 

Annika Olsen úr Tjóðveldi

 

Jón Kragesteen úr Tjóðveldi

 

Súsanna Olsen úr Framsókn

 

Kristianna Winther Poulsen úr Javnaðarflokkinum

 

 

 

Síðani hevur verið býráðsval og nýggj býráðssamgonga er skipað, og nakrir býráðslimir eru útskiftir.

 

Atkvøðugreiðslan hesaferð fall soleiðis:

 

Fyri atkvøddu:

 

Heðin Mortensen

 

Heidi Lava Elgeirsdóttir

 

Bergur Robert Dam Jensen

 

Guttormur í Skála

 

Høgni Vilhelmsen

 

Birgir Nielsen

 

Annfinn Brekkstein

 

 

 

Ímóti atkvøddu:

 

Elsa Berg

 

Tróndur Sigurðsson

 

Annita á Fríðriksmørk

 

Anja Weyhe

 

Kristianna Winther Poulsen

 

 

 

Blankt:

 

Kári Johansen.

Málið varð samtykt við 7 atkvøðum fyri, 5 atkvøðum ímóti og einari blankari atkvøðu.