Soleiðis gekk leygarnáttin í Ukraina-stríðnum

Amerikanararnir Alexander Drueke og Andy Huynh, sum hava verið saknaðir í Ukraina, eru komnir fram í russiskum sjónvarpi

 

Amerikumaðurin Alexander Drueke, sum her sæst saman við mammu síni, Lois Drueke, hvarv saman við landsmanni sínum, Andy Huynh í Ukraina í síðstu viku. Tað er óvist, hvar teir báðir amerikumenninir eru. (Savnsmynd). - Foto: Lois Drueke/Reuters

Hildið verður at saknaðu amerikanararnir í Ukraina eru tiknir til fanga av russiskum deildum, og russiski forsetin, Vlademir Putin, sigur, at hann hevur einki ímóti møguligum ukrainskum limaskapi í ES.

Er er eitt sindur um gongdina í sambandi við kríggið í Urkaina:

 

* Fylgisveinamyndir vísa afturgongd í í kornframleiðsluni í Ukraina.

Ein greining av fylgisveinamyndum frá felagnum Maxar vísir broyting í kornframleiðsluni í Ukraina samanborið við í fjør.

Soleiðis vísa myndirnar eina afturgongd í framleiðsluni í landslutunum Tjernihiv ogZjytomyr á ávikavist 70 og 67 prosent.

 

* Russiskt sjónvarp vísir video av saknaðum amerikanarum.

Ein sjónvarpsrás hjá russiska statinum hevur víst video á sosialum miðlum av tveimum amerikanarum, sum hvurvu í síðstu viku, meðan teir stríddust við ukrainska herinum í Ukraina.

Alexander Dreueke og Andy Hyunh eru eftir øllum at døma tikinir til fanga av russiskum deildum.

 

* Putin hevur einki ímóti møguligum ukrainskum limaskapi í ES.

Russland hevur einki ímóti, at Ukraina møguliga verður limur í ES.

Tað sigur russiski forsetin, Vladimir Putin, í eini røðu í Sankta Pætursborg á Altjóða Búskaparligum Forum (Spief).

– Vit hava einki ímóti tí. Tað er teirra sjálvstøðuga avgerð, um tey vilja gerast limur í búskaparligum samgongum ella ikki, sigur Putin.

 

* Scholz heldur tað verða neyðugt at tosa við Putin.

Tað er sera neyðugt at tosa beinleiðis við russiska forsetan, Vladimir Putin, heldur týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz.

 

* Ukraina er í øðini um ikki at sleppa at halda Eurovision sangkappingina.

Ukraina fordømir EBU, sum er evropiska samgongan av útvarps- og sjónvarpsstøðum, fyri at hava gjørt av, at Ukraina ikki verður vertur fyri sangkappingini.

EBU hevur víst á, at umstøðurnar í krígsrakta landinum gera, at tey verða noydd at halda kappingina í einum øðrum landi enn landinum, sum vann.

– Vit fara at krevja, at hendan avgerð verður broytt, tí vit halda, at vit vilja vera før fyri at lúka allar treytir, sigur ukrainski mentamálaráðharrin, Oleksandr Tkatjenko.

Keldur: NTB, BBC, AFP, AP og dpa.

/ritzau/

 

 

 

Amerikumaðurin Alexander Drueke, sum her sæst saman við mammu síni, Lois Drueke, hvarv saman við landsmanni sínum, Andy Huynh í Ukraina í síðstu viku. Tað er óvist, hvar teir báðir amerikumenninir eru. (Savnsmynd). - Foto: Lois Drueke/Reuters