Soleiðis gongur við troli í løtuni

Garnaskipini, sum eru til fiskiskap eftir ávikavist svartkalva og havtasku, koma bæði inn at landa í næstu viku.

 

 

Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og skipini fáa eisini nakað av hjáveiði.

 

- Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur, men fiskiskapurin kundi verið betri. Trý partrolarapør eru á gulllaksaveiði.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at bara ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap í løtuni. Teir fiska svartkalva og koma væntandi inn at landa fyrst í vikuni sum kemur.

 

Í løtuni eru tveir av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap. Ein er á landgrunninum og kemur inn at landa mánadagin. Hesin hevur mest av toski, tungu, havtasku og reyðsprøku.

 

- Hin trolbáturin, sum eisini er til fiskiskap, er á Íslandsrygginum. Teir eru nýliga byrjaði túr. Tí verður ikki roknað við, at hesin trolbáturin kemur inn at landa fyrr enn síðst í næstu viku.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at eitt garnaskip fiskar svartkalva, og eitt fiskar havtasku.

 

- Teir, sum fiska svartkalva, hava smáligan fiskiskap, men garnaskipið, sum fiskar havtasku, hevur brúkiligan fiskiskap. Bæði skipini landa í næstu viku, verður lagt aftrat.