Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og tey pør fiska gulllaks.
Um upsafiskiskapin vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at veiðan framvegis er smálig.
Flestu pørini koma inn at landa í næstu viku.
Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði í bretskum sjógvi og kemur møguliga inn at landa síðst í næstu viku ella fyrst í aðru.
Um teir smáu trolbátarnar verður sagt, at tríggir eru á landleiðini, og ein er norðanfyri.
- Trolbátarnir fáa mest av toski, hýsu og flatfiski. Allir koma inn at landa í næstu viku.
Lagt verður aftrat, at tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku.
- Fiskiskapurin eftir svartkalva er smáligur, meðan teir, sum fiska havtasku, hava brúkiligan fiskiskap.
Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku.